Suðuroyingar hava havt nógva vitjan í summar

Smyril hevur ført so nógv ferðafólk um Suðuroyarfjørð sum ongantíð áður

Fyrr í ár vórðu føroyingar bidnir um at ferðast í egnum landi, tí korona gjørdi tað ov vandamikið at ferðast uttanlands. Og tað er nógv, sum bendir á, at fólk hava tikið tað til sín – og í øllum førum eru tað rættiliga nógv fólk, sum hava ferðast til Suðuroyar í summar.

Tað hevur eisini javnan verið at hoyrt, at Smyril hevur verið so fullur av fólki og bilum, at øll eru ikki sloppin við. Og nú Strandferðslan hevur gjørt støðuna upp, er tað lætt at skilja hví, tí Smyril hevur nevniliga ongantið siglt við so nógvum ferðafólki, og so nógv bilum, sum í juli í ár.

Tølini vísa nevniliga at í juli í ár ferðaðust heili 35.756 ferðafólk um Suðuroyar fjørð við Smyrli og bilarnir vóru heili 12.973 í tali.

Hetta er nógv meiri enn Smyril førdi í juli mánað í fjør, tí tá ferðaðust 29.889 ferðafólk við Smyrli og samstundis førdi hann 11.012 bilar um Suðuroyarfjørð í juli í fjør.

Annars hevur ferðafólkatalið við Smyrli ligið um 30.000 ferðafólk í juli mánað, ofta eitt sindur minni enn tað.

Hinvegin hevur gongdin verið tann beint øvugta við Teistanum, sum førdi 19.924 ferðafólk, og 7.041 bilar um Skopunarfjørð í juli mánað. Tað er væl minni enn í juli í fjør, tá ið ferðafólkatalið var 25.870 fólk  og bilatalið var 6.311 bilar.

Tað sama ger seg eisini galdandi á nógvum øðrum rutum hjá Strandferðsluni, bæði til Nólsoyar og til Kalsoyar, at ferðafólkatalið í juli í ár hevur verið væl minni enn tað var í juli í fjør.

Afturímóti var tað rættiliga slakt við ferðafólki í mars og apríl, tí tá varð mælt fólki frá at ferðast fyri at tálma smittuspjaðingini. Í mai fóru fólk  so aftur so spakuliga at ferðast og síðani hevur tað  bara vundið upp á seg.