Suðuroyingar kunnu umhugsa at keypa Smyril

? Eg dugi ikki at síggja, hvussu tað almenna aftur kann fara undir fasta rutusigling ímillum Føroyar og Skotland, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna

Fiskaflutningur

? Tað er ein spennandi tanki at fáa Smyril í fasta rutusigling ímillum Føroyar og Skotland. Men so kunnu suðuroyingar at kanna møguleikan fyri at keypa hann til endamálið.
Tað heldur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna.
Hann hevur lagt merki til uppskotið frá vinnulívsfólkum um, at tað almenna setir Smyril í fasta rutusigling ímillum Føroyar og Skotland, tá ið nýggi Smyril er komin.
Tá halda vinnulívsfólk, at Smyril, sum nú er, hevði gjørt munandi betri gagn, enn hann ger um hann verður seldur, soleiðis sum landsstýrið ætlar.
Tá ið nýggi Smyril er komin, ætlar landsstýrið at selja hendan. Mett verður, at landskassin fer einar seks milliónir fyri hann, men summi siga, at prísurin verður neyvan omanfyri fýra milliónir.
Tí halda fólk í fiskivinnuni at tað hevði verið ein munandi betri loysn at sett hann í fasta rutusigling til Skotlands við fiskavørum, tí har eru vit ikki nóg væl fyri sum er, serliga ikki Suðuroy.
? Hetta er ein áhugaverdur tanki, heldur landstýrismaðurin í innlendismálum.
Men hann dugir ikki at hugsa sær, at tað almenna aftur skal fara undir farmaflutning ímillum Føroyar og Skotland.
? Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað skal vera Strandferðslan, sum skal standa fyri slíkari sigling einaferð afturat, heldur Jógvan við Keldu.
? Skal Smyril setast í uttanlandssigling við fiski, vildi eg heldur mælt suðuroyingum til at keypt Smyril til endamálið, tá ið hann verður lýstur til sølu
? Tað, sum liggur í kortunum í løtuni, er, at tá ið nýggi Smyril er komin, skal hesim Smyrilin seljast av landinum.
? Men enn er onki hent. Og so longi onki er hent, so eru møguleikarnir opnir, sigur landsstýrismaðurin og tá ið Smyril verður til sølu, fer at bera til at bjóða upp á hann. Og tað kunnu suðuroyingar gera, antin einsamallir, ella saman við øðrum.
Men tað eru fleiri flutningsfeløg, sum sigla á privatum grundarlagi og eg haldi, at tað er ógvuliga lítið hugsandi, at tað almenna fer í kapping við tey um siglinging til Skotlands, sigur Jógvan við Keldu.
Hann vísur eisini á, at arbeitt verður við at einskilja Farmaleiðis, sum er flutningurin hjá Strandferðsluni á landi og so kann tað tykjast øvugt at fara undir flutning ímillum lond ístaðin.
Men verður málið reist, er tað rætt at viðgera tað í álvara, leggur hann afturat.