Suðuroyingar skrivaðu søgu

Effodeildin aftur á rull: Nýggja felagsliðið í Suðuroy vann í fyrstu royndini.

Í dag upprann dagurin, sum mangir fótbóltsglaðir føroyingar munnu hava glett seg til. Tað var nevniliga í dag, at bóltarnir í Effodeildini aftur fóru á rull, og kl.15.00 var fult umfar við fimm dystum á skránni.


Meistararnir úr Víkingi høvdu vitjan av B36, og her vóru tað gestirnir, ið komu best frá byrjan við einum máli frá Lukasz Cieslewicz til 1-0 tá ið eitt lítið korter var spælt. Tað var nakað rokaligt til tíðir, og liðini løgdu nógv fyri. Tá ið smáir 20 minuttir vóru eftir, var Gunnar Vatnhamar hægstur á einum frísparksinnleggi og stútaði bóltin í mál til 1-1. Hetta gjørdist eisini úrslitið.


Við Stórá í Trongisvági skrivaði nýggja suðuroyarliðið søgu, tá ið TB/FCS/Royn vann 2-1 í allarfyrstu royndini í Effodeildini, sum var ímóti ÍF. Jón Krosslá Poulsen og Salmundur Bech syrgdu fyri 2-0-hálvleiksleiðslu, meðan innskifti Dánjal á Lakjuni pyntaði um fyri ÍF.


NSÍ var fyri einum vónbroti, tá ið teir á heimavølli fingu eitt stig ímóti uppflytarunum úr EB/Streymi. Dan í Soylu legði gestirnar óvæntað á odda nærum alt fyri eitt, men Petur Knudsen javnaði til 1-1 áðrenn hálvleikssteðgin. Tað komu tó ikki fleiri mál, og sostatt endaði dysturin við javnleiki.


Eisini KÍ var fyri vónbroti á heimavølli í fyrsta umfari. Klaksvíkingar høvdu vitjan av Skála, og í einum lítið áhugaverdum dysti endaði tað við málleysum javnleiki. Jákup B. Andreasen hjá KÍ varð vístur av vøllinum í seinna hálvleiki.


HB við nógvum nýggjum leikarum á liðnum kom væl frá byrjan, tá ið teir heima í Gundadali vunnu 2-0 ímóti uppflytarunum úr 07 Vesturi. Tað vóru tveir av nýtilkomnu leikarunum, Martin Bergvold og Símun Samuelsen, ið skutu málini.


Víkingur – B36 1-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 13.

1-1: Gunnar Vatnhamar, 71.


NSÍ – EB/Streymur 1-1 (1-1)

0-1: Dan í Soylu, 3.

1-1: Petur Knudsen, 37.


HB – 07 Vestur 2-0 (2-0)

1-0:Martin Bergvold, 3.

2-0: Símun Samuelsen, 28.


KÍ – Skála 0-0 (0-0)

Reyð kort: Jákup B. Andreasen (KÍ) og Brian Jacobsen (Skála)


TB/FCS/Royn – ÍF 2-1 (2-0)

1-0: Jón Krosslá Poulsen, 17.

2-0: Salmundur Bech, 25.

2-1: Ari Ó. Ellingsgaard, 73.