Liverpool áleyparin, Luis Suarez, biðjur nú alment um umbering fyri, at hann ikki vildi taka í hondina á Manchester United veruleikaranum, Patrice Evra, undan stórdystinum á Old Trafford í gjár.
Tað skriva enskir miðlar beint nú.
Heimaliðið vann 2-1, men tað, sum er farið við yvirskriftunum, er tann sannroynd, at beind undan dystinun, noktaði Suarez at taka í hondina á Evra, soleiðis sum siður er og soleiðis, sum enska fótbóltssambandi fyriskrivar.
Teir báðir hava verið í hornatøkum í fleiri mánaðir, eftir at Suarez fekk leikbann í fleiri dystir fyri skuldsetingar um rasistiskan atburð ímóti Evra.
Undan dystinum varð annars upplýst úr Liverpool leguni, at Suarez fór at taka í hondina á Evra fyri at leggja alt hetta afturum.
Og dysturin í gjár skuldi so vera løtan, har alt varð lagt afturum, men tí beindi Suarez effektivt fyri, tá ið hann noktaði at taka í hondna í Evra.
Hetta hevur vakt mikla øsing og ein stórur meiriluti av ítróttarskrivarum, viðmerkjarum, fótbóltsmyndugleikum og eisini gamlir liverpoolarar, eru samd um, at nú fór Suarez út um mark.
Og í dag biðjur hann so alment um umbering.
- Eg havi tosað við manageran eftir dystin og eg havi ásannað, at eg bar meg skeivt at, sigur hann í eini almennari fráboðan.
- Eg havi ikki bara svikið hann, eg havi eisini svikið felagið og tað harmist eg um.
- Eg gjørdi eitt mistak og tað eri eg keddur av. Eg skuldi havt tikið í hondina á Evra og eg biðið um umbering fyri, at eg ikki gjørdi tað, sigur Luis Suarez.
Sky Sports leggur tó merki til, at hann biðjur ikki beinleiðis Evra um umbering.
Ian Ayre, stjóri í Liverpool hevur eisini fordømt Suarez og hevur greitt fjølmiðlum frá, at spælarin hevur lumpað felagið.
- Vit eru serstakliga vónbrotin, at Suarez ikki vildi taka í hondina á Evra.
- Suarez segði okkum fyri dystin, at hann fór at taka í hondina á Evra, men læt so verða kortini.
Hann hevur svikið bæði seg sjálvan, liðfelagarnar, Dalglish og alt felagið og vit hava gjørt honum púra greitt, at slíkur atburður verður ikki góðtikin undir nøkrum umstøðum.
Ian Ayre sigur, at tað var rætt av Suarez at biðja um umbering.
- Men vit hava øll skyldu til at vísa ábyrgd og vit vóna, at Suarez nú ásannar, hvat verður kravt av hvørjum einstøkum av okkum, sum umboðar felagið, sigur hann.