Suðuroyggin, suðringar og tey samkynd settu sín dám á tíðindastreymin í gjár.
Um kommunurnar í Suðuroynni ikki kunnu semjast um, hvar eftirskúlin í oynni skal liggja, er vandi fyri, at øll verkætlanin dettur niður fyri, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Kristel Lisberg, ættað av Tvøroyri, skal í annaðkvøld luttaka í Melodi Grand Prix. Hetta er ein dreymur, ið gerst sannur, sigur hon.
Á Tvøroyri vóru tey vónbrotin, tá drotningavitjanin varð avlýst í fjør og eina tíð var talan um at reisa endurgjaldskrav móti drotningini. Tann ætlanin er slept og drotningin er hjartaliga vælkomin til Tvøroyrar, tá hon vitjar Føroyar í summar, men tvøramenn eru tó vónbrotnir um, at Heindrikkur, prinsur, ikki kemur við. Tí hevur Tvøroyrar býráð heitt á Løgmansskrivstovuna at kanna, um til ber at bjóða Heindrikki á eina privata vitjan.
Tvøroyrar býráð stuðlar eisini ætlanunum hjá samgonguni at áleggja eitt leigugjald fyri firðir á alivinnuna, tí í Suðuroynni er aling á hvørjum firði, uttan Sandvík, tó uttan at tað stóra kemur inn í kommunukassan av hesi orsøk.
Broytingarnar í hjúnabandslógini hava ymiskar avleiðingar við sær, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og suðringur, váttar í svari til Bill Justinussen, at um broytingarnar í hjúnabandslógini verður samtyktar, sleppa samkynd hjún í Føroyum eisini at ættleiða børn, á jøvnum føti við onnur hjún.
Og so ein suðring afturat. Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú av álvara lagt seg upp í stríðið millum Tórshavnar kommunu og Landsverk um innkoyringarvegin til Havnar. Hann heldur tað vera ov galið, at alt arbeiðið skal liggja stilt, tí partarnir eru ósamdir um seinastu 10 kilometrarnar. Hann fer tí at heita á partarnar, um at gera tey strekki liðug, sum semja er um at gera.