Fyri lítlari løtu síðni samtykti Løgtingið at beina málið um Suðuroyartunnil aftur í nevnd. Tað er málið, sum eitur »Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum«.
Tað merkir uttan iva, at málið nú fellir burtur. At beina tað aftur í nevnd merkir, at tað í hesum føri skal aftur í fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, sum síðani kann fara at arbeiða við tí umaftur. Men av tí at summarfrí nú er, og av tí at tingsetan endar á ólavsøku, so tað at kalla heilt vist, at málið kemur ikki aftur í nevnd. Og mál, sum ikki eru komin úr nenvd á ólavsøku, tá nýtt tingár byrjar, tey fella burtur.
Men løgmaður lovar, at hann fer at arbeiða víðari við málinum og at fáa tað aftur í tingi. Men tá skal tað so aftur gjøgnum tríggjar viðgerðir í Løgtinginum.
Samgongan stóð tó ikki saman um at fáa málið aftur í nevnd, tí at Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum atkøvddi ímóti.
Andstøðan, saman við Bjarna Hammer, atkvøddi ímóti uppskotinum.
##med2##
##med3##