Suðuroyartunnilin: Vit eru longu farin til verka

Nevndin fyri Suðuroyartunnilin hevur havt sín fyrsta fund

Nevndin, sum varð vald herfyri at standa fyri arbeiðnum at fyrireika, og reka Suðuroyartunnilin, hevur havt sín fyrsta fund. Bergur Poulsen, formaður í nevndini, sigur, at tey eru eisini farin til verka við at leggja eina ætlan fyri tí fyrireikandi arbeiðnum.

 

Ein stórur spurningur í sambandi við Suðuroyartunnilin, sum er rættiliga langur, einar 27 kilometrar, er trygdin. Landsverk hevur gjørt nakrar útgreiningar av trygdarkrøvunum í einum tunli sum hesum og tað arbeiðið er nevndin eisini í ferð við útvegað sær til útgrreiningar.

 

Hann sigur, at í hesum sambandi eru tey farin undir at samla úrslitini av teimum jarðfrøðiligu kanningunum, sum eru gjørdar, og samstundis eru tey eisini í ferð við at avtala, hvørjar kanningar tað er neyðugt at gera afturat, áðrenn ein linjuføring kann leggjast. Alt tað arbeiðið verður gjørt í samráð við jarðfrøðingar.

 

Tá ið tað arbeiðið er gjørt, fara tey so smátt at leggja nakrar linjuføringar og nú er ætlanin eisini at fara til Suðuroyar at hyggja at umstøðunum í Sandvík, og at tosa við bygdaráðið í Hvalba.

 

– Bæði fyri kostnaðin, og fyri trygdina, hevur tað stóran týdning, at ein undirsjóvartunnil er so stuttur sum gjørligt, sigur Bergur Poulsen. Men hann sigur eisini, at tey mugu hava náttúruna og bygdirnar í huga, tí bygdarløgini skulu heldur ikki smildrast sundur.

 

Har skal vigast fyri og ímóti fyri at finna tey røttu støðini til tunnilsmunnarnar.  Bergur Poulsen sigur, at tað er ilt at siga, nær borurin kann setast í, men hann sigur, at tað tóku níggju ár frá tí at felagið, sum stendur fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, varð stovnað, til Sandoyartunnilin varð boraður ígjøgnum.

 

Hann heldur, at kann arbeiðið halda fram ótarnað, er tað eisini ein veruleikakend tíðarætlan fyri Suðuroyartunnilin.