Rættiliga ringt veður hevur ligið yvir oyggjarnar síðstu dagarnar, og ikki óvæntað, so hevur tað ført við sær nakran vindskaðar ymsa staðni kring landið.
Á løgreglustøðini verður upplýst, at tað serliga var í Havn og sunnara helvt av Suðuroynni, at veðrið hevur gjørt um seg.
Løgreglan hevur fingið tvær fráboðanir í Vági og eina í Hovi um húsaklædningar og tekjur, ið eru loysnaðar í vindinum.
Umframt tað, so hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar í høvuðsstaðarøkinum, har í millum frá bryggjarínum Okkara.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir tó, at serliga ringt var tað í Niðaragøtu í Hoyvík, har løgreglan fekk fleiri fráboðanir um vindskaðar á raðhúsini.

Myn: Hov.
Suðuroyggin og Havnin harðast rakt av storminum

Myn: Hov.

Myn: Hov.

Myn: Hov.

Myn: Hov.

Myn: Hov.

Myn: Hov.