Suðuroyingar skikka sær væl í ferðsluni

Seinastu dagarnar eru nógvir bilar steðgaðir, men bara tríggjar bøtur eru skrivaðar

Seinastu dagarnar hevur løgreglan í Suðuroy gjørt meir enn vanligt burtur úr at kanna bilar, bæði bilar, sum koyra í samband við at skúlarnar um morgnarnar, og ferðsluna annars.

 

Týsdagin og í gjár vórðu 70 bilar kannaðir við skúlar, men har fekk bara ein bilførari bót og klipp í koyrikortið, fyri at hava barn í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti.

 

Nógvir bilar vórðu eisini kannaðir í gjárkvøldið og í tí sambandi fingu tveir bilførarar bót, ein fyri at hava gloymt koyrikortið eftir við hús, og ein fyri lyktafeil.

 

Eisini í morgun vórðu fleiri bilar steðgaðir við skúlar, men eisini allir teir bilførararnir høvdu síni viðurskifti ílagi, sigur løgreglan.