Súkklið í egnum landi

Í fjør framleiddi Landsverk temabløð um ábæra ferðslu og um ferðafólkaferðslu. Hetta er partur av nýggju samferðsluætlanini, har Landsverk hevur gjørt av at raðfesta átøk, sum gera tað lættari at vera til gongu og á súkklu.

Visit Faroe Islands hevur verið verið partur av hesum arbeiði og tekur fult undir við, at vit hava tørv á at raðfesta burðardyggari flutningshættir og gera tað lættari at velja bussin, súkkluna ella gonguleiðina, tá ein ferðast kring landið. Hetta er ikki bara grønari og sunnari, tað gevur eisini eina øðrvísi og meiri hugdýpandi ferðauppliving har tú sært og upplivir oyggjarnar á annan hátt og so er tað harafturat eisini ein av lyklunum til at loysa avbjóðingarnar við nógvu bilaferðsluni. 

Visit Faroe Islands hevur tí eisini gjørt av at raðfesta súkkling í arbeiðinum at menna ferðavinnuna her á landi. Ein nýggj heimasíða er gjørd við átta útvaldum súkkluleiðum, ið geva íblástur til súkklutúrar ymsastaðni í Føroyum. Harafturat er ein filmur framleiddur ið lýsir súkkling og ferðslutrygd, tá ein súkklar úti í ferðsluni. Filmurin er gjørdur í einum samstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn. 

Hetta er fyrsta stig í arbeiðinum at menna súkkluferðavinnuna í Føroyum og komandi tíðina er ætlanin at leggja afturat við meiri kunning, fleiri súkkluleiðum og einum súkklukorti ið vísir á bestu súkkluleiðirnar um alt landið. 

Til ber at síggja nýggju súkklusíðuna og filmin á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands