Sukur verri enn kropsligt óvirkni, sigarettir og rúsdrekka

Hetta siga serfrøðingarnir

Í oddagrein í British Journal of Sports and Medicine skriva tríggir serfrøðingar, at tað rætt og slætt er ósætt, at vegurin fram til góða heilsu og eitt lægri tal á vektini er kropsvenjing.

 

 

Tað at vera kroppsliga virkin er gott, men er hóast alt ikki orsøkin til betri heilsu ella lægri kropsvekt. Hinvegin er sera nógv próvtilfar sum stuðlar undir, at tað er kosturin sum er altavgerandi í heilsu okkara. Her er tað serliga ovurinntøka av sukri og kolhydratum sum eru syndarin. 

 

 

Eisini verður víst á, at tað væl er gjørligt at vera á normalari kropsvekt og virkin kroppsliga, men at vera ósunn/ur um kosturin er skeivur. Tí er tørvur á, at vit sum samfelag byrja at skilja heilsustøðu okkara av nýggjum. 

 

 

At vera kropsliga virkin ger í sjálvum sær ikki, at vektin minkar, hóast tað er sera gott fyri heilsuna og er við til at fyribyrgja lívsstílssjúkum. Hóast tú ikki vigar ov nógv, og ert kropsliga virkin, so vísur granskingin, at etur tú skeivan mat, so ert tú í vanda fyri evnaskiftissjúkum

 

 

Eisini skrivar British Journal of Sports and Medicine at seinastu 30 árini eru vit ikki vorðin meir virkin kropsliga, men talið av fólki sum vigar ov nógv er rokið upp. Tí er okkurt annað sum er á vási, og hetta er slagið av mati vit eta.

 

 

Maturin vit eta er vorðin verri seinastu árini við nógv meir av viðgjørdum mati við nógvum sukri og sodavatn í gerandisdegnum. Tí verða vit sjúkari av matinum, sum vit eta, enn vit verða av at vera óvirkin kroppsliga, at roykja og av at drekka rúsdrekka samanlagt, skrivar British Journal of Sports and Medicine.

 

Ofta verður upplýst, at orsøkin til ovurfita í samfelagnum er at vit eru ov dovin og ikki røra okkum nokk, men hetta er ikki rætt. Falski boðskapurin kemur frá matídnaðinum og soleiðis sum marknaðarført verður har. Taktikkurin sum matídnaðurin nýtur, líkist tí sum tubbaksídnaðurin eisini nýtir, verður skrivað. 

 

 

Sannleikin er einfaldur, og tað sum ger munin, er at minka um kaloriurnar sum fara niðurum, og serliga minka um sukur og kolhydraturnar.

 

 

Les oddagreinina her