Súlan í søguna

Um ein mánað kunnu súlur ikki longur fáast, tá ferðast verður við Atlantic Airways

 

Súluskipanin hjá Atlantic Airways fer nú í søguna.

 

Felagið boðaði frá broytingum í bonus-skipanum sínum, tá nýggja strategi’in hjá felagnum varð løgd fram, og nú er staðfest, at seinastu súlurnar verða stemplaðar 31. mars. Ístaðin verður samstarvið við EuroBonus skipanina víðkað.

 

Uppspardar súlur kunnu tó brúkast fram til 31. mars 2016. Hava viðskiftafólk tá ikki nóg nógvar súlur til at keypa ferðaseðil fyri, ber eisini til at brúka tær súlur, sum tú hevur, til at fáa avsláttur, tá ferðaseðil verður keyptur, skrivar Atlantic Airways í tíðindaskrivi.