Sum at hita upp og ikki skula spæla dyst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høgni í Stórustovu, fyrrverandi valevni til FSF-forsetasessin var gestur í "Fótbóltspanelinum" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2 við Høgna í Stórustovu úr Havn, sum fyrst var uppstillaður sum valevni til forsetasessin í Fótbóltssambandi Føroya av Miðvágs Bóltfelag, men so valdi MB at kúvenda og taka uppstillingina aftur. MB siga, at teir vóru undir trýsti at taka uppstillingina aftur.

 

- Hetta kendist sum at hita upp, og so fáa at vita, at dysturin er avlýstur, samanfatar Høgni í Stórustovu kenslurnar av snópisligu kontraboðunum frá MB aftaná tey fyrst høvdu skotið hann upp sum valevni til FSF forsetasessin.

 

Høgni í Stórustovu harmast um, at limafeløgini í FSF nú ikki fáa ein demokratiskan møguleika til velja forsetan hjá sær.