ÓLAVUR Í BEITI
Løgtingasmaðurin vil hava at vita, hvussu mong tunfiskaloyvir vóru í nýtslu seinasta ár? Hvussu mong vóru ikki ikki í nýtslu? Hvussu mong loyvir hevur landsstýrismaðurin drigið inn aftur og við hvørji grund? Hvørji feløg/persónar sita við tunfiskaloyvum? Hvussu er býtið millum føroysk og útlendsk skip, ið fiska tunfisk? Hvussu mangir føroyingar og hvussu mangir útlendingar manna tey fremmandu skipini? Hvussu mikið gjalda útlendingar hvørjum loyvishavara fyri fiskiskapin? Hvat metir landsstýrismaðurin, at land og fólk fær burturúr, at feløg/persónar handla loyvir víðari til útlendingar? Hvørjar fortreytir liggja til grund fyri avgerðini um, hvør fær tunfiskaloyvi? Ætlar landsstýrismaðurin at geva royndarloyvir í altjóða sjógvi, ella er nakað givið? Hvørja upplýsingaskyldu hava tunfiskaskip, landsstýrið og Fiskirannsóknarstovan?
Einki mynstur
Í viðmerkingunum sigur Dan R. Petersen, at havsins tilfeingi, fiskurin, er fólksins ogn. Hvussu henda meginregla skal tolkast, eru menn ikki heilt samdir um. Tó er vist semja um, at fólksins ognir skulu koma flest møguligum til góða, manning, reiðara, landinum.
? Seinastu árini hava víst, at tunfiskur er í føroyskum sjógvi ein part av árinum, og at tað loysir seg at fiska hann. Hetta hevur eggjað monnum, og umsóknir eru sendar landsstýrinum um royndarveiðu. Sum í happadráttinum hava summir verið hepnir, meðan aðrir hava drigið svart; onkur hevur mist á borði, hvat loyvum viðvíkur.
? Torført er at síggja nakað fast mynstur fyri, hvørjar fortreytir liggja til grund, tá ið loyvir verða givin, sigur Dan R. Petersen í viðmerkingunum til spurningarnar.