Sum at verða settur í húsavarðhald

Ein innilig áheitan á Løgtingið um at halda fingrarnar vekk

- Verður siglingin hjá Strandferðsluni til Skúvoyar latin privatum at røkja, vita vit øll, hvat tað endar við.

 

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúgvi, heitir inniliga á Føroya Løgting, um ikki at samtykkja hetta uppskotið hjá Johan Dahl um at geva loyvi til, at sigling hjá Strandferðsluni verður latin privatum at røkja

 

Strandferðslan skal vera sum hon er, sigur hann.

Og hann leggur afturat, at hann veit at fólkið á hinum útoyggjunum eru líka ótrygg um framtíðina sum skúvoyingar eru.

 

- Sum er, hava vit eina nøktandi rutu, til fólk og lættan farm ímillum Sand og Skúgvi, sigur hann.

- Verður henda rutan útveitt til privatan veitara, vita vit øll, hvat tað endar við.

 

Hann staðfestir, at nógv fólk halda tað, at tað hevur verið eitt framstig at siglingin til Mykinesar varð latin privatum

 

- Hesir vælnøgdu brúkarar eru  helst øll fólk, sum bara hava brúk fyri sigling um summarið, sigur Harry Jensen.

 

Hann sigur, at Skúgvi er framvegis soleiðis fyri, at har koma fólk um veturin.

 

- Hetta ger eisini, at bygdin er nógv meir livandi um veturin enn Mykines.

 

- Um okkara leið verður útveitt, er alt hetta burtur, tá er eisini ein spurningur um nakað verður eftir her.

 

- Tá kann støðan næstan metast við, at verða settur í húsavarðhald, tí tá kann eg í hvussu er, at kalla slett ikki fara av oynni til nakað sum helst.

 

- Onkur nevnir tyrluna, sum eitt alternativ, har vil eg siga, at tyrlan er góð, og vilja vit heldur ikki missa hana, men hon kann ikki brúkast í tí høpinum.

 

Hann sigur, at skal hann av oynni, og bara hava tyrluna, er neyðugt at vera burtur í minst tveir, tríggjar dagar.

 

- Fólk aðrastaðir frá, sum vanliga koma higar vikuskiftir, fara slett ikki at kunna koma higar, tí tyrlan flýgur bara í vanligari arbeiðstíð, hesi fólkini eru øll í arbeiði ella ganga í skúla, sigur borgarstjórin í Skúgvi.

 

Hann sigur, at tað tykist sum um at summarsiglingin til Mykinesar gevur rættiliga nógv í kassan.

 

Hevði Stranferðslan røkt siglingina, kundi yvirskotið frá summarinum verið nýtt til vetrarsigling, og harvið minka munandi um eitt møguligt undirskot, harry Jensen.

 

Les eisini: Nøkur orð um einskiljingina av farleiðunum hjá SSL.