Sum ein Bábils forvirringur

Kanska eri eg tornæmur. Marjun A. Simonsen vónar í viðmerking (4.9.09,) at ikki eru fleiri enn Rolf Guttesen, sum hava misskilt hana. Men eg havi so enn ikki skilt, hvat ið eg havi misskilt.

Hon kemur við rúgvu av dømum um, hvussu gerandisorð eru tillagað einum alfabeti, sum manglar nakrar vanligar latínskar bókstavir. Ein cello verður sello, ketchup verður kettjupp, nazisma verður nasisma, og so framvegis, osfr.

Marjun sigur víðari, at »viðvíkjandi stavseting av landanøvnum hevur eisini verið siðvenja at laga tey til okkara egna stavrað.« Nú kann tað diskuterast, um tað hevur verið siðvenja at gera so. Heldur var tað umtalaða Heimsatlassið, sum fór at pilka við gamla siðvenju. Tað fór at »lata landanøvn í føroyskan málbúna«. Tað ljóðar lætt, men tað er hvørki rætt ella lætt.

 

Munur á navnorðum og staðanøvnum

Man skal minnast, at munur er á gerandisligum navnorðum, sum kettjupp (ketchup), sirkus (cirkus) ella prosent (procent), og so geografiskum staðanøvnum í fremmandum londum. (Vanlig navnorð: appellativ, staðanøvn: proprium).

Staðanøvn skula verða so eintýdd, sum tilber. Eru tvey nøvn eins, er vanligt at gera okkurt ískoyti, so eingin misskiljing kann koma í. So er eisini í Føroyum, har tvær bygdir fyrr itu tað sama: Oyri, til dømis. Men hin norðara fekk eitt ískoyti framman til: Norðoyri. Tveir Syðradalar eru eisini, sum fáa ískoyti S fyri Streymoy, og K fyri Kalsoy. Í Danmark eru tríggir býir, sum eita Nykøbing. Fyri at skilja ímillum er vanligt at skoyta uppí: Sjælland, Falster ella Mors eftir teim oyggjum, har býirnir liggja.

 

Ikki broyta og brodera, har tað ikki er neyðugt

Hví eitur eitt land í atlassinum Kuveit, men høvuðsstaðurin í sama landi eitur Kuwait? Har er hvørki konsekvensur ella logikkur. Haraftrat er tað so, at einki ljóð er á arabiskum, sum svarar til ’v’.

Men nevnda atlass umsetir eisini summi nøvn og skrivar til dømis Grønhøvdaoyggjar í staðin fyri Cabo Verde. Tíbetur eru bert fá dømir um henda mátan at lata í føroyskan búna. Send tú eitt bræv til Donósan (Aberdeen), Mýrulendið (Cork), Svartafjall (Montenegro) ella Santa Jákup (Santiago) og vita, hvar tey enda?

Ein triðji máti at forvirra nútíðar veruleikan er at brúka staðanøvn, sum leingi hava verið útdeyð. Eingin hevur í 100 ella 500 ár tosað um Burgundarhólm, men brúkt tað vanliga navnið, sum øll kenna: Bornholm.

 

Respektera nationala skrivimátan

So - tað eg royndi at gera vart við, tað var, at á mínum fakøki, sum er geografi, har meini eg, at tað er eitt stórt mistak at hugsa um, at lata »heimsins lond í føroyskan málbúna«, at fara at forbetra og brodera. Tað fer at enda sum ein Bábils forvirringur.

Tað er burturvið, at man her fer at pilka, forbetra, brodera og broyta, so tað kemur at svara til eitt »føroyskt« alfabet, sum ikki vil vita av vissum vanligum latínskum bókstavum.

Lættast er at respektera tann skrivimátan, sum verður brúktur í londunum.

Rættast, einfaldast og mest praktisk er og verður at brúka vanliga latínska alfabetið eisini í Føroyum (við serføroyskum ískoytum), soleiðis sum Sjúrður Skaale skjýtur upp. Rein fornuft.