Fyrr í dag varð semja undirskrivað ímillum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur eini viðmerking, at sum heild eru tey nøgd við semjuna, hóast nøkur av teirra ynskkum ikki vunnu frama. Men tað er vandin, tá ið semingsstovnurin kemur uppí, tí tá yvirtaka teir samráðingarnar og royna at finna eina semju, ið báðir partar kunnu liva við.
Í nýggja sáttmálanum, sum gongur yvir trý ár, hækka lønirnar soleiðis.
Tann 1. januar 2022, hækka lønirnar 1,25 prosent
Tann 1. oktober 2022 hækka lønarnir 710 krónur á øllum lønarstigum
Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5 prosent
Umframt hesar lønarhækkingar, fáa heimahjálparar eitt endastig aftrat og hetta gevur eina endaløn upp á 26,903 krónur um mánaðin. Heilsuhjálparar fáa eitt lønarstig aftrat og hetta gevur eina endaløn upp á 29,052 krónur um mánaðin. Somuleiðis eru ábøtur gjørdar á reglunum um yvirtíðararbeiði og í samband við ferðing til skeið.
– Vit gjørdu pørtunum púra greitt, at einki undir eina endaløn upp á 29.000 krónur varð góðtikið, sigur Mary Antonsdóttir.