Tað er stórur fótbóltsdagur í Onglandi í dag. 2. jóladagur er Boxingday í Onglandi og sum siður er, so er nógvur fótbóltur á skránni. Eitt nú er sum í gomlum døgum í Newcastle.
Tað var í teimum døgum, tá Kevin Keegan ráddi fyri borgum í Newcastle, at lokala fólki seinast veruliga kundu hugna sær á jólum við fótbólti. Á jólum í 1995 var Newcastle tíggju stig fremst í Premier League, men endaði við at tveita alt vekk.
Newcastle hevur síðani havt nøkur góð lið, men nú er langtsíðani at teir svørtu og hvítu úr norðuronglandi hava gjørt um seg í oddinum. Í dag vann Newcastle 3-0 á Leicester City og liggur í løtuni á øðrum plássi. Longu aftaná sjey minuttir var 2-0, og tað var 3-0 í hálvleikinum. Heimaliðið, sum púra óvæntað vann Premier League í 2016, hevur verið í niðurflytingarvanda, men hóast eitt vánaligt avrik í dag, so er nokk í hópinum at bjarga sær.
##med2##
Verri sær út hjá søguríka Everton, sum eisini í farna kappingarári var í stórum trupulleikum. Everton tapti í dag móti kappingarneytanum Wolverhampton í yvirtíðini. Southampton liggur aftast og tapti aftur í dag. Hesa ferð 3-1 móti Brighton.
Uppflytararnir úr Fulham halda fram við góðu gongdini og vunnu 3-0 á Crystal Palace, sum fekk tveir spælarar útvístar.
Her er jólaskráin í Premier League:
26. desember:
Klokkan 12.30: Brentford – Tottenham 2-2
Klokkan 15.00: Crystal Palace – Fulham
Klokkan 15.00: Everton – Wolverhampton
Klokkan 15.00: Leicester – Newcastle
Klokkan 15.00: Southampton – Brighton
Klokkan 17.30: Aston Villa – Liverpool
Klokkan 20.00: Arsenal – West Ham
27. desember:
Klokkan 17.30: Chelsea – Bournemouth
Klokkan 20.00: Manchester United – Nottingham Forest
28. desember:
Klokkan 20.00: Leeds – Manchester City
1 | Arsenal | 14 | 12 | 1 | 1 | 33:11 | 37 |
2 | Newcastle | 16 | 9 | 6 | 1 | 32:11 | 33 |
3 | Manchester City | 14 | 10 | 2 | 2 | 40:14 | 32 |
4 | Tottenham | 16 | 9 | 3 | 4 | 33:23 | 30 |
5 | Manchester Utd | 14 | 8 | 2 | 4 | 20:20 | 26 |
6 | Brighton | 15 | 7 | 3 | 5 | 26:20 | 24 |
7 | Liverpool | 14 | 6 | 4 | 4 | 28:17 | 22 |
8 | Fulham | 16 | 6 | 4 | 6 | 27:26 | 22 |
9 | Chelsea | 14 | 6 | 3 | 5 | 17:17 | 21 |
10 | Brentford | 16 | 4 | 8 | 4 | 25:27 | 20 |
11 | Crystal Palace | 15 | 5 | 4 | 6 | 15:21 | 19 |
12 | Aston Villa | 15 | 5 | 3 | 7 | 16:22 | 18 |
13 | Leicester | 16 | 5 | 2 | 9 | 25:28 | 17 |
14 | Bournemouth | 15 | 4 | 4 | 7 | 18:32 | 16 |
15 | Leeds | 14 | 4 | 3 | 7 | 22:26 | 15 |
16 | West Ham | 15 | 4 | 2 | 9 | 12:17 | 14 |
17 | Everton | 16 | 3 | 5 | 8 | 12:19 | 14 |
18 | Wolves | 16 | 3 | 4 | 9 | 10:25 | 13 |
19 | Nottingham F. | 15 | 3 | 4 | 8 | 11:30 | 13 |
20 | Southampton | 16 | 3 | 3 | 10 | 14:30 | 12 |