Sum nýggjur

Húðrøkt er ikki bert til konufólk og yngra ættarliðið av monnum setur seg uttan at himprast í stólin, fyri at fáa viðgerð frá serkønum innan húðrøkt. Tá blaðmaðurin fekk tilboðið, datt hann í ættarliðsgjónna, men kláraði uppaftur og gjørdi av at royna og at berja seg ímóti almennu hugsanini millum tilkomnar menn

 

Allir blaðmenn eiga at gera kanningar, at gera royndir og kanna mál til botns. So er eisini við hesi grein, tygum nú lesa.

Royndin hjá húðrøktarum er, at menn, sum eru komnir nakað til árs, ikki eru bevístir um húð, hár og klæðir. Tá eru teir yngru frammanfyri og ganga uppí útsjóndina.

Blaðmaðurin tók seg saman, tá hann vitjaði Athena í Vági, og royndi eina viðgerð í nýggju hølunum hjá Majken Sandá, húðrøktara.

Hjá mannfólkum, ið ikki eru ársungar longur, er ein slík fríðkanarstova veruliga ókent land - óroyndar gøtur. Og ikki er tilkomna ættarliðið av monnum gerandisgestur hjá húðrøktara.

Men lat tað verða sagt beinanveg: hetta kann viðmælast!

Eftir nøkur sløg av kremum og kurum, alt við ávísum endamálið, júst til hin einstaka, byrjar viðkomandi persónur í stólinum at kenna seg tryggan og í kønum hondum. Húðrøktarin greiðir frá og tað er eyðsæð, at hon veit hvat hon tosar um og hvat hon ger.

Brátt kennir ein seg væl, sera væl. Slappar av.

Nýggjar frágreiðingar og nýggj krem leggja seg so væl angandi á andlitið. Tað er, sum at skifta ham.

Eftir góðan klokkutíma við serkønari viðgerð og ótali av ymsum heilsugóðum smyrsli, er ein sum hamskiftur. Ein er væl fyri og kennir seg sum nýggjan. Ein undrast, hví ein ikki fyri langari tíð síðani hevur roynt slíkt.

Við hollari frágreiðing, eisini bók við viðmerkingum og nøkrum royndarpakkum av kremum og kurum, ið júst eru royndir, og sum hóska, takkar ein væl nøgdur blaðmaður fyri seg.

Eitt upplivilsi ríkari og so er eisini eydnast at ganga í móti streyminum, at gera tað, menn vanliga ikki tora. Men best av øllum er kenslan av reinleika og angin av mint og øðrum góðum.

Jú, hetta kann viðmælast, tað er heilt víst!