Sum postboð kemur tú móð og troytt heim

- Kvinnurnar í nærmastu familjuni plaga at skipa fyri einum hugnakvøldi beint undan jólum, har vit baka kleynur og annars hugna okkum saman. Tá er alt stríð og strev gloymt, sigur Elinborg C. Mortensen.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

- Sum postboð vil eg siga, at eg havi tað eitt sindur ambivalent við hesari tíðini av árinum. Til arbeiðis er úr at gera, mest sum ovmikið, og ein kemur móð og troytt heim. Men hinvegin, so er tað so deiliga hugnaligt við øllum jólaljósunum, sum pyntað verður við allastaðni, nú dagarnir gerast styttri og styttri.

 

Tað sigur Elinborg C. Mortensen.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

- Síðst í november byrji eg so smátt at fyrireika meg til jólini. Tær fyrstu jólagávurnar koma í hús, og vit byrja at pynta heima. Tað er so hugnaligt at ganga runt og pynta saman við familjuni.

 

Elinborg C. Mortensen sigur, at henni dámar eisini væl at baka, men tað er ikki altíð, tað er tíð til tað undan jólum.

 

- Tá er tað gott at vit - kvinnurnar í nærmastu familjuni - skipa fyri einum hugnakvøldi beint undan jólum, har vit baka kleynur og annars hugna okkum saman við onkrum góðum afturvið. Lat meg siga tað soleiðis, tað kvøldið er alt stríð og strev gloymt.

 

Og hon leggur aftrat:

 

- Í ár haldi vit jól heima, og vónandi verður supplerað við fleiri familjulimum. Menu'in á jólum fer at bjóða uppá ræst lambskjøt í ovninum. Tað eri eg uppvaksin við og so smakkar tað himmalskt. Men um onkur úr svigerfamiljuni kemur, so verður helst eisini ein gás koyrd í ovnin, tí tað er traditión hjá teimum. Gásin er eisini góð.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Fyri meg eru jólini ein familjunar fest. Tó haldi eg, at jólini hava lyndi til at gerast í so kommersiel, men vit mugu royna at finna hugnan við tí eisini, sigur Elinborg C. Mortensen.