Sum tá vit byrjaðu

Málverjin og liðformaðurin, Jákup Mikkelsen, heldur dystin í gjár minna mest um tíðina, tá Føroyar komu upp í altjóða fótbólt

 – Tá vóru vit altíð trýstir og skuldu bara hava bóltin vekk, og tað er langt síðani eg havi roynt tað. Jákup Mikkelsen metir somuleiðis, at Ukraina er eitt tað besta liðið hann hevur møtt. – Eg havi ongantíð áður verið undir so sovorðnum trýsti fyrr, men innsatsurin var so stórur sum ongantíð fyrr. So nú vóni eg, at fólk ikki fýlist á tað, sigur málverjin, sum tekur málið til 3-0 á sín kappa