Sum vindurin blæsir

Á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum hevur verið hildin í hesi vikuni, segði formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, at fiskivinnupolitikkurin hevur verið sera óstøðugur seinasta árið.

- Minnilutastjórnin, sum sat fram til valið, gjørdi saman við tveimum andstøðuflokkum eina langtíðarsemju um fiskivinnuna. Við hesi semju fingu vit tilfeingisgjald og uppboðssølu av makrelkvotu. Eisini vóru ætlanir um tilfeingsbúð, og vørunar til búðina skuldu koma við, at landið ognartók fiskirættindi ígøgnum eina brúkskyldu.

Formaðurin vísti á, at nú nýggj stjórn er skipað, er aftur ein heilt annar politikkur settur út í kortið.

- Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur ikki hugsjónarligar áskoðanir um, hvør politikkur er rættast. Men vit eftirlýsa einum meira støðugum og skynsamum politikki. Tað kemur alt ov ofta fyri, at tey víðgongdu og kollveltandi sjónarmiðini seta dagsskránna.

Eyðstein Djurhuus ásannaði, at nógv er broytt seinastu árini.

- Skipatalið er minkað munandi fyri at tillaga seg fiskirættindini. Talið av arbeiðsplássum innan fiskiskap er síðan 2006 minkað við 31%. Sanniliga hevur fiskivinnan tillagað seg, so nú mugu vit bíða, til úrslitini fara at síggjast, legði formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag aftrat.