Í blaðnum í gjár skrivaðu við, at tað hava verið so stórir trupulleikar at fáa spæliloyvi til ein pólverja, sum er í Klaksvík, at Fótbóltssambandið hevði heitt á FIFA um at loysa málið.
Og tað gekk skjótt, tá FIFA setti knyklar í brýr. Av skrivstovuni hjá altjóða fótbóltssambandinum varð skriv fyrst í vikuni sent til pólverska fótbóltssambandið, har biðið varð um, at spæliloyvið hjá Andrzej Pacek varð sent Fótbóltssambandi Føroya beinanvegin. Um pólverska fótbóltssambandið ikki eftirlíkaði hesum, so bað FIFA um eina haldgóða grundgeving fyri, hví hetta ikki varð gjørt.
Fótbóltssambandið fekk avrit av hesum skrivinum, og tað gingu ikki nógvir tímar, so kom skriv úr Póllandi, har teir sendu spæliloyvið hjá pólverjanum í KÍ, sum sostatt kann spæla fótbólt í Føroyum.
Jugoslavarnir í Sumba
Í Sumba eru tríggir jugoslavar og spæla fótbólt. Ein teirra er Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum hjálpti sumbingum í fjør. Eingir trupulleikar hava verið av formellu viðurskiftunum hjá honum.
Men í ár eru tveir jugoslavar afturat komnir til Sumbiar, og har suðuri hava teir kent sviðan av, at Jugoslavia er í kríggj við NATO.
Hesir báðir eita Nikola Biberdzic og Nebosja Veljkovic, og teir hava longu spælt við sumbingum í steypakappingini. Men vit skilja, at tað var ikki fyrrenn í fyrradagin, at spæliloyvini hjá teimum komu uppá pláss, og aftur í hesum førinum var neyðugt at fáa hjálp frá FIFA.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir hava fleiri ferðir roynt at komið í samband við jugoslaviska fótbóltssambandið, men tað hevur ikki eydnast, um tað so hevur verið um telefonina, faksið ella teldupostin.
Tí heitti FSF á FIFA um at hjálpa til, og eftir úrslitinum at døma, so megnar FIFA at fáa samband við fótbóltssambandið í krígsherjaða landinum.
Í fyrradagin kom skriv til FSF frá FIFA, har teir senda váttan frá jugoslaviska fótbóltssambandinum um, at tað er í lagi, at hesir báðir umrøddu jugoslavarnir spæla í Sumba.