Sumbingar søgdu leygardagin fyri aðru ferð farvæl við bestu deildina. Teir søgdu eisini farvæl við útlendsku sáttmálaspælararnar. Um nakar av teimum fýra jugoslavunum fer at koma aftur til Sumbiar er ikki greitt, men tað er greitt, at teir í Sumba fara ikki komandi ár at rinda spælarum pengar fyri at hjálpa teimum við fótbóltinum:
? Vit eru ikki fleiri enn háltv triðja hundrað fólk í bygdini. Fíggjarliga grundarlagið undir felagnum er tískil tepurt, og tað er sera tungt at reka eitt fótbóltsfelag. Hesi trý árini, sum vit í hesum umfarinum hava verið í bestu deildini, hevur størsti denturin verið lagdur á besta liðið. Vit í nevndini hava viðgjørt spurningin, og vit hava ásannað, at tað er neyðugt hjá okkum at gera meiri við yngru deildirnar. Og um vit skulu gera tað, so ber ikki til at brúka so nógva orku upp á besta liðið, sum vit hava gjørt hesi trý seinastu árini.
Hetta sigur Jonhard Vestergaard. Hann er formaður í Sumbiar Ítróttarfelag, og hann ásannar, at talan er um eina tvístøðu:
? Fleiri av spælarunum á besta liðnum hava nátt ein høgan fótbóltsaldur. Men vit hava eisini nakrar ungar spælarar, sum hava góð evni og stóran vilja. Teir hava avgjørt møguleikar at gera seg galdandi í 1. deild. Spurningurin er so, hvussu tað kann lata seg gera, sigur Jonhard Vestergaard, sum eisini gleðir seg yvir, at nakrir blaðungir dreingir eru evnaríkir og um heilt fá ár kunnu gera seg galdandi á besta liðnum:
? Talan verður kortini altíð um eitt stríð, tá tað er eitt so lítið felag sum hjá okkum. Nógvir ungir spælarar fara aðra staðni at arbeiða, til skips ella teir fáa sær útbúgving. Vit kenna treytirnar, og vit fara at hanga í. Men tað verður ikki við fremmandum spælarum á liðnum, sum fáa pengar fyri at spæla fótbólt.
Ætlanin helt fyrstu løtuna
Sumbingar vistu, at um teir skuldu fáa stig ímóti HB, so ráddi nógv um at fáa fyrsta málið. Tað eydnaðist, tá Sasa Tomajek, sum býr og arbeiðir í Klaksvík, smekkaði eitt langskot innum Bárður Johannesen í HB málinum.
Tá vóru 18 minuttir farnir, og málið gav sumbingum eina løtu trúnna uppá, at tað kundi bera til.
Sumbingar tóktust spæla við tveimum aftastu monnum (um tað ber til at siga tað soleiðis). Marlon og Dánjal Johan bakkaðu upp, og jugoslavarnir báðir tóku sær av fremstu álopsmonnunum. Sumbingar vónaðu at halda tørn inntil steðgin. Teir halda sjálvir, at um tað hevði eydnast teimum, so høvdu teir havt møguleikan at fingið í hvussu so er eitt stig. Tað eydnaðist ikki. Teir síðstu fimm minuttirnir undan steðginum vóru dýrir.
Tryggur sigur
Breiddin á HB liðnum er nógv størri, enn hon er hjá sumbingum, og undan steðginum var tað greitt, at tað fór at verða meiri enn torført hjá heimaliðnum at fáa nakað burturúr.
HB vildi ikki hava sitandi á sær, at teir ikki gjørdu sítt fyri at taka av, um FM møguleikin skuldi stinga seg upp. Eftir at heimaliðið var komið framum, umskipaði Ion Geolgau. Allan Mørkøre varð fluttur av vongverjanum og fram á miðvallarplássið í høgru, Hallur Danielsen fór av sentrala miðvallarplássinum og aftur á vongverjan, og liðformaðurin, Ingi Rasmussen, fór av miðvallarplássinum í høgru og inn á mittasta miðvallarplássið, har hann var góður bylgjubrótari, meðan Rói Árting og Allan Mørkøre fóðraðu teir tríggjar ungu menninar, sum mannaðu álopið.
Andrew av Fløtum hevur verið støðugur og vandamikil í ár. Hann skoraði stutt undan steðginum tvey mál, eftir at hann var komin inn úr vinstru, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jón Rói Jakobsen, sum í ár veruliga hevur staðfest, at hann er ein klassaspælari, sigurin. Allan Mørkøre legði innfyri úr høgru, og Jón Rói var púra leysur, tá hann við handara stólpan stútaði í málið.
Einstakir HB stuðlar vóru í Sumba. Kanska høvdu teir fýrverk og sjampanju goymda í viðførinum. Hetta kom ikki fram í ljósið, men tað kann goymast til komandi ár. Tá fer HB aftur at gera seg galdandi, og tá fara teir at hava tann lærdómin í viðførinum, at tað skal spælast inntil sísta bríksl ? hvørja ferð!
jh
Sumba:
Fróði Mortensen ? Nikola Biberdzic,Marlon Kjærbo, Dánjal Johan Joensen, Spasojé Biberdzic ? Hans Jákup Thomsen, Sasa Tomajek , Jan Poulsen, Eirikur Joensen, Mortan úr Hørg ? Nebosja Veljkovic
HB:
Bárður Johannesen ? Allan Mørkøre, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Ingi Rasmussen, Hallur Danielsen, Rói Árting? Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum