Sumba snýtti í síðstu løtu

Fótbóltur: Í yvirtíðini javnaði HB móti Sumba, sum hevði verið frammanfyri í 75 minuttir

Sumbingar vóru serstakliga illa nøgdir, tá teir fóru av ovara vølli í Gundadali sunnudagin.

HB hevði havt meginpartin av spælinum, men Sumba hevði leiðsluna frá byrjan til enda í dystinum.

Men í yvirtíðini av dystinum javnaði HB til 2-2, og tá HB-liðskiparin varð spældur tóktist hann verða rangstaddur, og tað vóru ikki bert sumbingar, sum hildu, at bríkslað kundi verið fyri rangstøðu, áðrenn Rúni Nolsøe gjørdi útjavnandi málið.

Tá hevði HB stríðst í langar løtur fyri at fáa Sumba aftur, men nógva spælið gav ikki málini, sum yvirvágini kundi havt givið.


Tóku øll á bóli

HB var tikið av fótum, tá Sumba fyrstu løtuna skoraði tvær ferðir.

Fyrst gjørdi HB-málverjin brotsspark móti René Thomsen, sum var á veg út úr brotsteiginum, og Nebosja Veljkovic skoraði úr 11 metrum.

Tá høvdu HB?arnir fingið fyrstu ávaringina, men tað tóktist ikki gera mun, tí fáar minuttir seinni var aftur mál.

Uppspælið var sera gott, og tá Peter Jørgensen sendi ein neyvan bólt inn fyri úr vinstru síðu skuldi René Thomsen bara seta fótin á. So var 2-0, og hvørki havnarmenn ella sumbingar tóktust trúgva sínum egnu eygum.

Tað vóru ?the underdogs?, sum fullkomiliga høvdu tikið øll á bóli. Men sumbingarnir vístu fyrstu løtuna, at teir skulu takast í álvara, hóast teir liggja á aftasta plássi í deildini, og tá teir hava allar sínar mans tøkar, kunnu teir arga sjálvt teir bestu.

Hesaferð vóru Nebosja Veljkovic og Peter Jørgensen viðaftur, eftir at teir høvdu leikbann í botndystinum móti B71 seinast, og teir gjørdu góðan mun.


Mangla málskjúttan

HB tók meira og meira yvir, sum dysturin leið, og seinnu trý kortini sótu teir reyðu og svørtu á øllum.

Tað gekk illa at umseta leikliga yvirvág til mál og opnar málkjansir, og tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at teir fingu hol á.

Frammanundan høvdu teir tríggja álopsmenninir allir havt royndir, men tað tykist sum HB manglar málskjúttan, sum teir áður hava átt í monnum sum Una Arge og Gunnar Mohr.

Og tað vóru eisini menn í aftaru ketunum, sum gjørdu málini hjá HB.

Fyrst var tað verjumaðurin Bjarki Mohr, sum hesaferð spældi frá byrjan, ið stríddi seg til eitt mál. Rúni Nolsøe royndi seg við skoti, og í dysti við málverjan, var Bjarki omaná, málverjin fór um koll, og so sparkaði Bjarki bóltin inn.

Sumbingar hildu, at fríspark varð gjørt móti Fróða Mortensen frammanundan, men tað helt dómarin ikki. Og dómarin og linjudómari hildu heldur ikki, at Rúni Nolsøe var rangstaddur, tá Jens Erik Rasmussen (var allan dystin mansvardur av Mortan í Hørg) sendi inn um verjuna hjá Sumba, hóast bæði sumbingar og havnamenn vildu vera við, at Rúni Nolsøe var skeivu megin Sumba-verjuna, tá hann varð spældur.

Rúni sendi bóltin í málið, og við tí málinum hevði HB bjargað sær eitt stig í yvirtíðini av dystinum.

HB hevur áður havt stórar trupulleikar av teimum liðunum, sum tað verður væntað, at teir skulu vinna á, um teir skulu gera seg galdandi í gullstríðnum, og enn einaferð var sjón fyri søgn, at HB-liðið manglar tað seinasta og mest neyðuga fyri at verða eitt veruliga oddalið í ár.



HB: Bárður Johannessen ? Hans J. Djurhuus, Jan Dam, Jákup Eli Olsen, Bjarki Mohr ? Rói Árting, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen ? Andrew av Fløtum, John Heri Dam, Magni á Lakjuni.

Sumba: Fróði Mortensen ? Trygvi Nielsen, Bergur Vinther, Páll Magnar Kjærbæk, Dánjal J. Joensen, Peter Jørgensen ? Spasojé Biberdzic, Nikola Biberdzic, Mortan í Hørg ? Nebosja Veljkovic, René Thomsen.