Philippe Carré sýnir fram eina røð við 21 pappírsklippum, sum eru framhald av framsýningini ?Havnin - Summarsuita?, sum var í Smiðjuni í Lítluvík frá 16. til 22. juni.
Síðani summar ?97 hevur Fløguhandilin Tutl av og á givið listarfólkum møguleika at sýna fram verk síni í handlinum. Astrid Andreassen hevur havt grafikk, og Ova sýndi í samband við fløguútgávu sína ?Maður - Glotti? fram málningar við foto og collagu.
Síðani Plátufelagið Tutl varð stovnað fyri 20 árum síðani, hevur altíð stórur dentur verið lagdur á at hava tætt samband millum tónleikin og myndlistina.
Hvønn gerandisdag ber til at hoyra livandi tónleik í Tutl kl. 16.30. Á skránni er bæði vísusangur, fólkatónleikur, jazzur og klassiskur tónleikur, bæði einstaklingar og smærri bólkar spæla.
Framsýningin hjá Philippe Carré heldur á alt summarið til og við september mánað. Fernisering verður í dag, týsdag, kl. 16.30, har Heðin Davidsen og Kristian Blak spæla. Øll eru vælkomin.