Naturalistiskir landslagsmálningar hjá listakvinnuni Torgunn Eliasen verða at síggja á summarframsýning á Kambsdali fríggjadagin Fríggjadagin 26. juni letur upp nýggj listaframsýning í hølunum hjá P/f Leif Mohr á Kambsdali við listakvinnuni Torgunn Eliasen úr Gøtu.
Torgunn er 44 ár, hon er slektað úr Leirvík og er búðsitandi í Gøtu, hon málar í frítíðini. Málningarnir bera eisini í stóran mun brá av hennara heimliga umhvørvi, og eru fyri tað mesta naturalistiskir málningar, við føroyskum landsløgum mest úr nærumhvørvinum kring hennara heimbygdir.
Torgunn hevur arbeitt við pastelltekningum og málað við acryl á lørift síðani 1998. Hon hevur gingið í kvøldskúla í tekning og máling hjá Randi Gunnarsdóttir og Sámali Toftenæs, eins og hon hevur tikið ymisk skeið í list, eitt nú hevur Torgunn tvær ferðir verið á skeiði hjá danska listamanninum Birger Møller.
Framsýningin byrjar kl. 8.00 fríggjamorgunin 26. juni, hølini lata aftur kl. 17.30 hendan dagin.
Ókeyis kaffi, kakao og køkur verða at fáa allan fríggjadagin.
Framsýningin heldur fram í umleið ein mánað.
Framsýningin verður annars opin í vanligu upplatingartíðunum hjá Leif Mohr á Kambsdali:
Mánadag ? Fríggjadag 10.00 ? 17.30
Leygardag 10.00 ? 13.00