Eitt lágtrýst liggur í stað sunnan fyri Ísland og sendir milda luft inn yvir Føroyar av suðri. Eitt minni lágtrýst vestan fyri Skotland fór í nátt framvið Føroyum á veg í ein norðan og í dag og í morgin liggur eitt rák av útsynningi við onkrum ælum yvir okkum. Tíðliga leygarmorgunin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið av vestri og sunnudagin kemur eitt lágtrýst inn yvir okkum av útsynningi. Mánadagin verður lágtrýstið liggjandi mest sum í stað millum Føroyar og Skotland, áðrenn tað spakuliga ferðast í ein landsynning týsdagin.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 4 til 9 m/s, men sum dagurin líður øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s. Fyrst skýggjað og møguliga regn ella okkurt æl, men út á dagin slítur í og sólin sær. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina framvegis andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s. Skýggjað og okkurt æl og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri og útsynningi. Samdrigið og ælaveður og hitin um 8 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 7 stig.
Leygardagin
Lot til gul av útsynningi, 2 til 6 m/s, sum út á dagin lækkar í ein sunnan. Fyrt turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og møguliga regn og hitin millum 6 og 8 stig. Um náttina snarar hann í ein landsynning og eystan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin millum 5 og 7 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 6 og 8 stig, um náttina millum 4 og 6 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, út á dagin makar hann vindin spakuliga í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, tó um náttina strúkur í vindi í støðum, 12 m/s. Mest skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 7 til 12 m/s, um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl og hitin millum 5 og 7 stig. Um náttina klárar hann nakað í og hitin millum 1 og 4 stig.