Skalt tú njóta summarveðrið um vikuskiftið, so mást tú vera tíðliga á fótum í morgin. Í dag verður sól kring alt landið, tó summi øki fara at uppliva partvíst sól og partvíst skíggjað veður.
Hitin í dag er millum 8 og 11 stig. Í morgin verður tað serliga um morgunin, at vit kunnu vænta okkum sól kring landið.
Tað skrivar danska veðurstovan DMI. Tí í morgin er eisini summarveður í væntu, men tað er serstakliga í morguntímunum, meðan seinnaparturin kann blíva meira merktur av skíggjum - serstakliga í norðara partinum av landinum.
Aftur í morgin verður hitin millum 8 og 11 stig - tó tað kann hugsast at vera heitari í støðu. Ivaleyst eru tey mong, sum fegnast um góðveðrið, nú fleiri útitiltøk eru á skránni. í Vági er Dansibandsfestivalur í góðveðrinum, meðan Havnin bjóðar Ein dag á Grynnuni í Tórsgøtu. Og í Klaksvík er Umhvørvisvika og tað merkir, at fleiri tiltøk eru á skránni í góðveðrinum um vikuskiftinum eisini.