Leygardagin 24. Juli kl. 14.00 skipa handlar í miðbýnum saman við Havnar Fimleikafelag fyri mótasýning.
Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin.
Luttakandi handlar eru: Alv, Bamsan, Fótbúni, Fljóðið, Kallkyn, Kissa, Línbúðin, Mótaskálin, Siri, Sirri, Skálabúðin, Snældan, Thomas Dam Ítróttur, Touché, Vogue, Wrangler shop og X-Size.
Kl. 13.30 og í steðginum undirhalda Angela og Hannibal.