Í sambandi við Fjarðastevnu, sum verður á Skála í vikuskiftinum, verður tiltak við summarsálmum í Skála kirkju í annaðkvøld klokkan 20.
Á tiltakinum, sum hevur fingið heitið "Vit syngja summarsálmar í Skála kirkju", fer Niels Pauli Danielsen, prestur, at hava andakt.
Eftir hátíðarligu løtuna í kirkjuni við summarsálmum og andakt, verður bjóðað til kirkjukaffi.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í tiltakinum í Skála kirkju í annaðkvøld klokkan 20, verður sagt av Skála.