Summarskúli til summar dreingir

Vit hava ikki ráð til at sleppa teim ungu uppá fjall, ið stundum ikki tykjast at passa inn í ta skipan, sum fólkaskúlin bjóðar. Í mongum førum fáa tey ikki teir kjansir og teir møguleikar, tey hava uppiborið

Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna
-------


Skúlin hevur verið nógv í miðlunum seinastu mánaðirnar. Tað er ikki bert PISA og inklusjón í fólkaskúlanum, vit hoyra um. Rektarin í Hoydølum segði nýliga í viðtalu við kringvarpið, at fleiri av næmingunum tørva eyka stuðul, og hann legði aftrat, at tey nærum hvørja viku finna ein nýggjan næming, ið er orðblindur.
Sum tað var nevnt í kringvarpinum, so er greitt, at tað ikki bara gongur sum eftir ánni, at so stórt tal av ungum á hvørjum ári skulu á miðnám, sum eisini er tann politiski viljin í dag. Í løtuni ganga t.d. yvir 700 næmingar í Hoydølum. Fakfólk meta, at 5% av hvørjum árgangi eru orðblind á onkran hátt.
Hóast alt tykist skilagott, sum higartil er komið fram, so skerst ikki burtur, at mong hugsa: Var ikki gjørligt at loysa nakrar av hesum trupulleikum í fólkaskúlanum? Og hvussu er tað, er tú orðblindur, tá tú kemur á miðnám, er tú so ikki eisini orðblindur, tá tú kemur í skúla? Og hvat kostar tað fyri samfelagið, at 50 fólk um árið verða fangað sum orðblind, tá tey koma á miðnámsskúla? Og hvørjar ósigrar hava børn og ungfólk okkara verið fyri í 9 ár, áðrenn trupulleiki teirra var staðfestur?
Okkurt bendir á, at tað var røtt avgerð, tá leiðslan fyri DUGNA seinasta heyst gjørdi av at avtaka 2 ára FHS fyri ístaðin at fara undir eitt skúlaár við grundleggjadi skúlafakum. Hetta komst millum annað av, at talið av ungum, ið søkja inn á fráfaringarroynd fólkaskúlans við Áir hevur verið væl hægri enn pláss er fyri, og bíðilistin seinasta ár var ógvuliga langur. Endamálið við fyrireikingarflokkinum er at geva grundleggjandi lesi-skrivi-og rokniførleikar og hjálp til at handfara avbjóðingar, so næmingarnir eru førir fyri at halda fram í 9. flokki við Áir.
Eisini er Føroya Handilsskúli farin undir 2 ára FHS (fyrireiking til HH) sum eina roynd. Møguleiki fyri fráfaringarroynd fólkaskúlans fæst annars eisini á kvøldskúlanum, har ALS saman við kvøldskúlanum í Havn hevur stutt skeið fyri arbeiðsleysum. Hetta verður sagt at rigga væl.
Umsíðir eri eg, har eg ætlaði at byrja, nevniliga við dreingjum, ið ikki trívast í fólkaskúlanum. (Gentur finnast sjálvsagt eisini.) Dreingir sum annaðhvørt skulka ella verða útkoyrdir úr tímanum, og sum hareftir hava lítið gott at minnast um skúlan. Summir eru kanska orðblindir, men langt frá allir. Dagarnir fara við telduspølum til langt út á náttina, og í skúlanum sita teir kanska og hálvsova. Teir fingu lítið og onki burturúr skúlanum. Eg kendi nakrar í mínum arbeiðslívi. Og haraftrat ráðaleys foreldur, tá dreingirnir eru farnir úr skúlanum, og summir liggja og sova dagin langan og sita kanska við telduna um náttina.
Fótbóltsflokkurin
Millum annað hesir dreingir hava givið íblástur til fótbóltsflokkin í Tórshavn. Tað er sera áhugaverdur lesnaður at lesa um henda flokk í seinasta skúlablaðnum nr. 2 í ár og um, hvussu hugagóðir næmingarnir eru og leggja sær nær fyri at sleppa í fótbóltsflokkin, og at tað hevur jaligt árin á onnur fak.
Ei heldur eru trupulleikar við at møta til tíðina ella við disiplin.

Dreingir á tromini
Varð so upplyft, tá eg nýliga las um summarskúlan - nevndur Drengeakademiet www.loekkefonden.dk. Eitt tilboð til dreingir, ið eru hugaðir at brúka tríggjar vikur av skúlasummarfrítíðini til summarskúla, ið er ein kostskúli, har dagurin byrjar kl. 7 á morgni og endar kl. 10 á kvøldi, og har alt er skemalagt. Endamálið er at geva teimum eitt eymligt fakligt spark uppeftir, fyri at teir kunnu trívast í skúlanum og kenna seg viðurkendar.
Fyrsta roynd av hesum slagi var gjørd í Danmark við 23 dreingjum summarið 2012. Urslitið var so einastandandi, at seinasta summar vóru 100 dreingir úr øllum landinum í summarskúla í 3 vikur. Verkætlanin hevur samantvinnað intensiva fakliga venjing við menning av persónligum lyndi ella muru og við at bøta um dagligar vanar.

Teim bilti ei magn og mót
Niðurstøðan av hesum trimum vikunum er m.a.:
Áhugin fyri at ganga i skúla er munandi vaksin.
Dreingirnir hava munandi bøtt sítt fakliga støði í at lesa, at stava og í støddfrøði svarandi til 1-3 ára luttøku í vanliga skúlanum.
Munandi betri trivnaður
Sjálvsvirðingin er munandi hækkað hjá teim flestu.
Sum heild eru sosialu førleikarnir vorðnir betri og
Deingirnir eru meira sosialir, og hava størri vón um framtíðina.
Nógv annað gott er at siga um hesa verkætlan, ið fær drúgva umrøðu á nevndu heimasíðu. T.d. dámar teimum, at tað verða sett mørk og at tað fær fylgir, um tað, ið avtalað er, ikki verður hildið. Eftir stendur spurningurin, um fongurin heldur við, tá dreingirnir koma aftur í skúla. Endamálið er sjálvsagt, at tað skal hann, og at teir fara at koma longur á leið í lívinum, fylgja sínum dreymum og fara í læru ella undir miðnám, tá fólkaskúlin er av.

Summarskúli í Føroyum?
Hava vit møguleikar at royna hetta, um áhugi er fyri tí?
Spell er, at vit framvegis ikki hava fingið ofta umrødda eftirskúlan. Tí so høvdu karmarnir verið har. Hinvegin so er ikki eiðasørt, hóast skúlaheimini kanska stundum verða brúkt til ferðafólk um summarið, sum eisini stórur tørvur er fyri.
Sjálvandi skulu vit ikki renna á leistum, men vit eiga at kanna hesa verkætlan nærri. Tí um tað veruliga ber til, at so nógv kann fáast av skafti t.d. frá 1.-21. juli, so eru ivaleyst bæði foreldur og dreingir, ið halda hetta vera sera áhugavert. Hetta kann verða altavgerandi fyri framtíðina hjá summum dreingjum. At sleppa til skips, tá tú ert 14-15 ár er ikki so einfalt longur, og kanska heldur ikki altíð so áhugavert hjá ungum í dag, sum tað var fyrr, tá dreingir fóru til skips og ofta komu aftur sum menn.
Skúlin við Áir?
Hann er nýliga gjørdur í stand og hevur 8 kømur. Men her eru so summarskúlamøguleikar, ið verdir eru at hugsa um. Skúlin liggur passaliga fjarskotin, og tað er ikki nakað, ið freistar av øðrum tilboðum. Skúlaheimini í Klaksvík og Havn eins og Háskúlin kundi kanska eisini veri eitt boð í hesum høpi.
Okkara framtíð
Vit hava ikki ráð til at sleppa teim ungu uppá fjall, ið stundum ikki tykjast at passa inn í ta skipan, sum fólkaskúlin bjóðar. Í mongum førum fáa tey ikki teir kjansir og teir møguleikar, tey hava uppiborið. Umframt tað, at skúlin kann gerast ein plága, so kann tað vera so mangt annað á leiðini eitt nu í heiminum, sum tey hava at stríðast við. Vit verða at kenna okkara vitjanartíð á hesum øki. Alt gott um tað, at nú verður farið at linka treytirnar fyri at flyta inn fremmand faklærd úr EU til Føroyar, men tað er ikki nóg gott, at so mong av okkara ungu onki hava at fara upp til og í ringasta føri ongatíð koma á arbeiðsmarknaðin.

---------------


Úr oddagrein skúlablaðsins nr. 2, 2014: Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Úrslitini í seinastu Pisa-kanningini vísa, at talið á næmingum, sum fakliga klára seg illa ella ónøktandi, er alt ov høgt, meðan talið av úrmælingum er sera lágt, fyri ikki at siga onki.

Tey 7 námsfrøðiligu lyndiseyðkennini, ið arbeitt verður við á á summarskúlanum
Sjálvstamarhald
Áhugi (engagement)
Ágrýtni
Sosialt vit og skil
Forvitni
Takksemi
Bjartskygni
-----------------------

Skemaið í summarskúlanum
kl.07.00: uttandura morgunsangur. Sálarlig- og likamlig venjing, síðani bað. Ymisku arbeiðsbólkarnir gera sínar skyldur. Nakrir hjálpa til við morgunmatinum.
kl. 08.00: Morgunmatur
kl. 08.30: Morgunfundur í borðstovuni
kl. 09.00: Faklig undirvísing
kl. 12.00: døgurði. Fartelefonirnar handaðar og tiknar innaftur, áðrenn undirvísingin byrjar aftur.
kl. 13.00: kropsvenjingar
kl. 14.00: Faklig undirvísing
kl. 17.00: Frí og nátturði
kl. 18.30: Kvøldfundur og prát um, hvussu dagurin gekk. "Dagsins maður". "Hægst hæddarlop hesa vikuna"," besti vinmaður hesa vikuna" tilnevndir.
kl. 19.00: Venjingarcafé
kl. 20.00: Skriva logbók og umhugsan
kl. 20.30: Fríløta t.d. fótbóltur
kl. 22.00: Allir í song