Summarstevna í Trongisvági

Í samband við at fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam seinasta týsdag hevði verið 100 ára gamal og í samband við, at tað í januar í ár vóru liðin 70 ár síðani, at Javnaðarflokkurn á fyrsta sinni var umboðaður á tingi, skipaði flokkurin fyri summarstevnu í Trongisvági fríggjadagin og leygardagin

Fríggjakvøldið var summarstevnan hjá Javnaðarflokkinum sett í skúlanum í Tróngisvági, tá skipað var fyri eini mentaløtu at heiðra Petur Mohr Dam og Mourentius Viðstein, sum vóru teir fyrstu tingmenn Javnaðarfloksins. Mourentius Viðstein, sum var prentari í Havn, varð valdur fyri Suðurstreymoyar valdømi, meðan Petur, sum var lærari á Tvøroyri, varð valdur fyri Suðuroyar valdømi.

Á mentanarløtuni fríggjakvøldið var tilfar eftir Petur Mohr Dam og Mourentius Viðstein lisið upp. Umframt felagssang var eisini tónleikur førdur fram.

Tey trý, Katrin Jørgensen á trompet, Trondur Enni á kornet og Tórbjørn Lisberg spældi klaver.

Árni Hansen á klaver og Kanny Sambleben á violin og at enda var tað Ad Libitum sum spældi - eisini saman við Duritu Dam, ið sang.

Komandi dagarnar fara at prenta meira tilfar frá stevnuni

Røðan, sum Jóannes Eidesgaard, fomaður Javnaðarfloksin helt, tá hann setti stevnuna fríggjakvøldið


Góðu stevnugestir.


Vegna Føroya Javnaðarflokk er tað mær ein stórur heiður at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnan til hesa summarstevna í vøkru heimbygd okkara.

Og til vores udenlandske gæster - hjertelig velkommen til Færøerne og til Tvøroyri. Vores parti sætter stor pris på den opmærksomhed, som I med Jeres besøg har vist os.

Selv om de allerfleste taler bliver på færøsk, så vil vi hjælpe til med en briefing af indeholdet, så I har en mulighed for at forstå det væsentligste. Men I får mulighed for at få hyggelige samtaler med deltagerne. Desværre bliver der ikke så megen tid til at opleve den færøske natur. Vi meget spændte på at høre det svenske og det danske bidrag i morgen.

Endnu engang hjertelig velkommen.

Henda summarstevna okkara er, umframt eitt frálíkt høvi hjá fólki at hittast, eisini eitt høvi til at minnast tvær stórhendingar í politisku søgu okkara og flokssøgu okkara.

11. august 1898, t.v.s. fyri hundrað árum síðani, varð Petur Mohr Dam føddur í Skopun.

Og 23. januar 1928, t.v.s. fyri sjeyti árum síðani, vann Føroya Javnaðarflokkur sína fyrstu umboðan á Føroya Løgtingi, tá Petur Mohr Dam og M. S. Viðstein vórðu valdir.

Um hesar báðar hendingar skal henda stevna snúgva seg, við hugleiðingum, upplestri og fyrilestrum, men harumframt skal esini tíð verða til mentan og hugna. Men seinast tó ikki minst tíð til at seta út í kortið fyri komandi tíðina og nýggju øldina.

Petur Mohr Dam var ein av stovnarum Javnaðarfloksins, formaður floksins í 40 ár, løgtingsmaður í 40 ár, Føroya løgmaður í 6 ár, fólkatingsmaður í 12 ár, sóknastýrislimur her á Tvøroyri í meira enn 40 ár størsta partin sum formaður, umframt hóp av øðrum álitisstørvum ikki minst í vinnuligum framtøkum.

Skal eg stutt lýsa henda merkismann, so lat tað verða við einum broti úr eini yrking hjá einum øðrum kendum manni haðani úr bygdini, nevniliga javnaldranum hjá Damminum, Pól F:


Títt fjølbroytta vit og stálstinni vilji,

víst hevði tryggjað tær

ein heiðurssess millum oddamenn,

í hvørjum landi tað var.


Tú ofta stóð sum ein drangur í ódn,

ein viti, sum langa leið lýsti,

mót øllum á lívsins skuggasíðu,

tú hjálp og hjartalag vísti.



Frá tí vit fingu floksbýtið á Føroya Løgtingi í 1906 og fram til 1928, tá Javnaðarflokkurin tók sæti á tingi, var politiska kjakið rættiliga líkt tí kjaki, sum eyðkennir føroyskan politikk í hesum døgum, nevniliga toganin millum sjálvstýri og samband. Men við Javnaðarflokkinum kom ein nýggj dimensión inn í føroyskan politikk, ein dimensión, sum setti tørv og vælferð hjá tí einstaka borgaranum í hásætið.

Javnaðarflokkurin kom við tí sosialu dimensiónini og hevur alt frá fyrsta degi av verið talsmaðurin hjá fiskimanna- og arbeiðarafjøldini, teimum minni mentu, teimum sjúku, teimum veiku og teimum gomlu. Men flokkurin hevur somuleiðis ment seg til ein nýmótans flokk, sum hevur síni egnu boð upp á øll samfelagsins viðurskiftu, sum eru frammi. Og taka vit samanum, so hevur fyrst og fremst Javnaðarflokkurin saman við øðrum flokkum staðið fyri menningini og útbyggingini av føroyska samfelagnum

Og øll framstig á sjálvstýrisleið eru tikin, meðan Javnaðarflokkurin hevur sitið við ábyrgd.

Fyri okkum, sum í dag mynda henda flokk, hevur tað tó alstóran týdning, at vit kenna søguna um okkara politisku forfedrar fyri tess betur at kunnu stinga tann nýggja politikkin út í kortið.

Ein slík stevna sum henda kann beina kósina í tí politiska arbeiðinum.

Okkara undangongumenn náddu stórum málum, og teir settu sær stór mál, men nýggj mál bíða okkum, sum eiga at byggja á tað sama grundstøðið, sum varð lagt fyri sjeyti árum síðani. Tí kann tað bert gagna okkum at kenna okkara flokssøgu og tað hugsjónarliga grundstøði, sum fyrstu javnaðarmenninir bygdu sítt politiska arbeiði á.

Tað skal vera mítt og Javnaðarfloksins ynski, at vit fáa eina góða, áhugaverda og minniríka summarstevnu saman her í Trongisvági.

Við hesum fáum orðum vil eg hervið seta summarstevnu Javnaðarfloksins í 1998.


13. august 1998

Jóannes Eidesgaard, floksformaður