Tónleikur
Skráin fyri Summartónar er nú almenn, og føroyski tónleikafestivalurin, sum í størri mun enn nakar av hinum festivalunum leggur seg eftir at vísa fram nýskrivaðan tónleik, er aftur í ár sera spennandi, fjølbroyttur og umfatandi.
- Vit leggja ikki so nógvan dent á, hvat slag av tónleiki vit hava á Summartónum, sigur primus motor Kristian Blak.
- Vit hava klassiskt, fólkatónleik, jass, men av tí, at tað er Felagið føroysk tónaskøld, sum stendur fyri festivalinum er greitt, at her ikki er talan um siðbundið tilfar, men fokus verður sett á nýskrivaðan føroyskan tónleik, greiður Kristian frá.
Ein tónleikafagnaður
Hetta er 15. árið, at føroyska summarið verður fylt við Summartónum. Fyrstu árini var tað fyrst og fremst klassiskur og modernaður tónleikur, ið vóru á skránni. Men við tíðini gjørdist tónleikaligi profilurin breiðari. Í 2004 tóku fyriskipararnir av Summartónum yvir, eftir at Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues festivalur var farin í søguna, og skipaðu hetta árið fyri einum jassfestivali í juli. Men árið eftir var hesin festivalur lagdur saman við Summartónum, og tónleikaprofilurin gjørdist tann hann er í dag; ein tónleikafagnaður fyri nýskrivaðum klassiskum, fólka- og jasstónleiki.
Tónleikur um alt landið
Meðan hinir føroysku festivalarnir eru bundnir at einum ávísum stað, eru Summartónar um alt landið. Her er talan um so ymisk støð sum Havnar Klubba og Havnar kirkju, Listaskálan og skúlan í Gásadali, Norðurlandahúsið og Fráhaldshúsið í Mikladali, Listasavnið á Sandi og Manhattan. Tilsamans 24 konsertstøð í 14 ymiskum bygdum ella býum. Hetta at fara útum alt landið hevur altíð verið ein partur av Summartónum, og ein partur, sum sambært Kristian Blak er ein av styrkjunum við tiltakinum.
Smáplássini stóra undirtøku
- Royndirnar hjá okkum vísa, at tey smærru støðini ofta hava fleiri vitjandi enn tey størru. Á smáplássunum eru tey ikki so von við, at konsertir verða hildnar har, og tí koma eisini fleiri fólk. Sjálvt tær smølu tónleikagreinirnar savnað nógv fólk á smáplássunum. Men vit leggja okkum eisini eftir, ikki at geva smáplássum eina yvirdosis av smølum tónleiki, men royna at viga upp ímóti tí smala við onkrum breiðum. T.d. á Kalsoynni verður ein solo selloleikari, ið spælir modernaðan tónleik og so seinni spælimanstónleikur, greiður Kristian frá.
Fyri Kristian eru nógvar av mest minniligu konsertunum, ið hann hevur spælt og verið á, júst hildnar á smáplássum.
- Tað er spennandi at spæla onnur støð, enn tey, sum tú vanliga spælir. Umhvørvið hevur nógv at siga, og eg minnist tildømis øgiliga væl eina konsert í Hattarvík við Rasmus Lyberth fyri nógvum árum síðan, meðan so nógvar aðrar konsertir eru farnar í gloymskuna, sigur Kristian.
Níggju støð í Havn
Tiltøkini í Havnini hava ofta verið nokkso konsentrera í Norðurlandahúsinum, men hesaferð hava fyriskipararnir valt, at brúka 9 ymisk konsertstøð í høvuðsstaðnum. Hetta er sambært Kristiani, millum annað fyri at fáa meira orku í tiltakið, at fólk kann flyta seg ímillum støðini. Hetta er nakað, sum Kristian millum annað kennir av einum festivali, ið hann luttók á í Ungarn, men sum eisini verður brúkt á eitt nú Iceland Airwaves.
Gjógv er ein miðdepil
Umframt Havnina við sínum 9 spælistøðum er Gjógv eitt slag av miðdepli á Summartónum. Konsertir verða hildnar í gjónni á Gjáargarði og í bygdarhúsinum. Kristian vísir á, at Gjógv hevur fingið eina serliga støðu sum mentanarstað.
- Fólk úr øllum landinum koma til Gjáar á konsertir. Hetta er m.a. orsakað av góða arbeiðinum hjá Eiriki Suna, ið rekur Gjáargarð og orsakað av góða viljanum hjá bygdaráðnum. Umframt konsertirnar í sjálvari Summartóna vikuni, verður skipað fyri Summartónakonsertum við Gjógv í allan juli mánað, undir heitinum Mánadagur við Gjógv
Samstarva við Eysturíki
24 bólkar og einstaklingar luttaka á Summartónum. Tey flestu av hesum eru úr Føroyum, men harumframt eru eisini Ísland, Svøríki, Noreg og Eysturríki umboðaði.
-Skulu vit tosa um okkurt yvirordnað tema, so má tað vera luttøkan úr Eysturríki, vísir Kristian Blak á.
- Vit samstarva við tvey almenn feløg í Eysturíki, og tónleikarar haðani koma til Føroyar at spæla saman við føroyingum og at spæla føroysk verk. Hetta er eitt samstarv, sum eisini merkir, at Aldubáran í Heyst skal til Eysturríki at framføra føroysk verk. Tað er annars ofta trupult, at sleppa uttanlands at framføra tílíkan nýskrivaðan føroyskan tónleik, sigur Kristian Blak. Hann vónar at hetta við at samstarva við feløg í útlandinum kann halda fram, og vísir á, at longu nú verður arbeitt við at fáa samstarv við Suðurafrika í lag til Summartónar 2008.
Summartónar alt summarið
Summartónar er í døgunum 25. juni til 2. juli, men fevnir eisini um mánadag við Gjógv konsertrøðina, ið er allan juli mánað og Concerto Grotto konsertirnar, ið byrja í dag og halda fram til 25. august. Tilsamans fevnir Summartónar um ikki færri enn 64 tónleikatiltøk.
Bólkar og einstaklingar
Aldubáran Sinfonietta (Føroyar/Eysturríki), Bernharður Wilkinson, leiðari
Benjamin Petersen Kvintett (Føroyar)
BenJammin (Føroyar)
Budam (Føroyar)
Crawling Blue (Føroyar)
Dánjal á Neystabø (Føroyar)
Duo Rima (Ísland/Svøríki)
INÖK • forum elektroakustik‚ audio?video (Eysturríki)
JazzTrio & Joel Wästberg (Føroyar/Svøríki )
Kiezelmayer (Føroyar)
Kvonn (Føroyar)
Odd-Arne Jacobsen & Edvard Nyholm Debess (Føroyar/Noreg)
Tjant (Føroyar)
Tórshavnar Kamarkór (Føroyar)
Uni Debess (Føroyar)
Watkins’ Kids (Føroyar)
Yggdrasil (Føroyar)
ÖKB • kamarmusik (Eysturríki)
Anmari van der Westhuizen (Eysturríki)
Guðrið Hansdóttir (Føroyar)
Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir (Ísland)
Kári Sverrisson (Føroyar)
Ólavur Jakobsen (Føroyar)
Konsertstøð
Tórshavn:
Norðurlandahúsið
Miðlahúsið
Listaskálin
Havnar Klubbi
Hafnia Lounge
Manhattan
Posthúskjallarin
Müllers Pakkhús
Havnar kirkja
Gjógv:
Gjáargarður
Bygdarhúsið
í Gjónni
Bygd:
Oyndarfjørður, Kirkjan
Toftir, Fríðrikskirkjan
Gásadal, Skúlin
Sandur, Listasavnið
Hestur, Klæmintsgjógv
Nólsoy, Kunningarstovan
Hvalba, Roynhøllin
Kirkjubøur, Kirkjan
Trøllanes, Skúlin
Mikladalur, Fráhaldshúsið
Bøur, Kirkjan
Tvøroyri, Klubbin