Summi detta ímillum barsils- og útbúgvingarstuðulsskipanina

– Vit eru endað í eini keðiligari grásonu, tí eg varð liðug at lesa tvær vikur áðrenn, eg átti hana. Tí fái eg ikki útbúgvingarstuðul, sigur Tóra á Løgmansbø Bláhamar

Hevur ein mamma verið undir lestri og tí ikki á arbeiðsmarknaðinum stutt fyri, at hon eigur eitt barn, dettur hon ímillum Barsilsskipanina og Útbúgvingarstuðulsskipanina.

Í Degi og Viku í kvøld greiddu hjúnini Tóra á Løgmansbø Bláhamar og Jákup Sveinbjørn Olsen, at júst hetta hendi hjá Tóru, tá hon áttu dóttur teirra tvær vikur eftir, at hon var liðug at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Tóra fær tí bert 2600 krónur um mánaðin, nú hon er í barsilsfarloyvi. 

– Vit eru endað í eini keðiligari grásonu, tí eg varð liðug at lesa tvær vikur áðrenn, eg átti dóttur okkara. Tí fái eg ikki útbúgvingarstuðul, sum hevði 4400 um mánaðin. Eg fái 2600 skattskyldugar krónur frá Barsilsskipanini, tí eg havi arbeitt eitt lítið sindur, meðan eg havi verið lesandi, greiðir hon frá. 

– Tað er óheppið, at man endar í grásonu, sum gongur útyvir familjuna og barnið. Maðurin er eisini lesandi, so vit hava ikki nógvar pengar at liva fyri, sigur hon eisini.

Í Danmark fær ein lesandi mamma tað sama í studningi, sum hon fekk undir lestri, um hon eigur eitt barn innan fýra vikur eftir, at hon er liðug at lesa. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, sigur í Degi og Viku, at arbeiðið at broyta hetta, soleiðis at tey, sum fáa barn stutt eftir loknan lestur eisini fáa studning, er farið í gongd, men tað tekur tíð at broyta eina slíka skipan,  sigur hann.

– Málið er kompliserað, men eg havi sett mær fyri at loysa tað, sigur landsstýrismaðurin.