HM í svimjing verður í hesum døgum hildið í Kazan í Russlandi. Fýra føroyskir svimjarar luttaka, men tó er ongin føroyingur, sum hevur verið í hylinum í dag.
Í gjár var tó ein svimjari í hylinum, sum føroyski Pál Joensen kennir væl frá undanfarnum kappingum. Áður dopingdømdi Sun Yang luttók í finaluni í 800 metra frísvimjing, og eydnaðist tað honum at vinna við tíðini 7:39.96.
Sun Yang, ið fyrr hevur tykist at verið óvanliga skjótur svimjari, var 0,85 sekund frammanfyri næsta svimjara. Nummar tvey gjørdist italski Gregorio Paltrinieri, ið eisini er ein vælkendur kappingarneyti hjá Páli Joensen.