Súna og Brynhild eru úti av donsku steypakappingini

Súna Krossteig Hansen, Brynhild Pállsdóttir og liðfelagar teirra í Ajax spældu fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið móti Keypmannahavn

Nú byrja føroyingaliðini í hondbólti í okkara grannalondum at spæla sínar fyrstu almennu kappingardystir hetta kappingarárið.

 

Føroysku landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen, Brynhild Pállsdóttir og liðfelagarnir í Ajax spældu í kvøld áttandapartsfinalu á heimavølli móti liðnum hjá einum øðrum føroyskum landsliðsleikara, Pernille Brandenborg, Keypmannahavn. Men tað var ikki nakað at síggja til Pernillu á vøllinum í kvøld.

 

Keypmannahavn vann seg í fjórðingsfinalurnar við einum 28-22 sigri á Ajax. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 15-11.

 

Brynhild fekk eina flotta debut í sínum fyrsta kappingardysti fyri Ajax. Hon skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir í kvøld. 

 

Súna skoraði trý mál upp á sjey málroyndir. Hon legði eisini upp til tvey mál og vann liðnum tvey brotskøst.

 

Fríggjakvøldið 1. september spælir Ajax fyrsta dystin í bestu donsku deildini hetta kappingarárið. Dysturin verður á útivølli móti Bjerringbro. Dagin eftir spælir Keypmannahavn útidyst móti Skanderborg.