Súna toppskjútti í greiðum heimatapi hjá Ajax

Ajax var fyri greiðum tapi á heimavølli

Føroyingaliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, Ajax spældi í dag fyrsta dystin á heimavølli hetta kappingarárið móti gamla stórliðnum, Viborg.

 

Viborg vann greiðan 28-18 sigur á Ajax. Viborg var á odda 14-7 í steðginum.

 

Súna K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Ajax við fýra málum uppá átta málroyndir. Lív S. Poulsen hevði tvær málroyndir, men megnaði ikki at skora í dag. Rakul Wardum bjargaði eina málroynd av seks møguligum, ta løtuna hon slapp á vøllin at verja málið hjá Ajax.

 

Ajax hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Komandi mikudag spælir Ajax grannauppgerð móti København á útivølli.