Tíðindaskriv
So var Veđrakappingin hjá Sunda Byrsufelag liđug á hesum sinni, úrslitini vóru ikki tey bestu, tí veđri var vánaligt viđ regni og frískum vindi; vinnarin av kappingini bleiv Marius F Joensen úr Sunda Byrsufelag.
Kappingin bleiv spennandi, í semifinaluni fekk Marius 13 av 16 dúgvum og heili 4 skjúttar endađu javnir á øđrum plássinum viđ 9 dúgvum, so har mátti shoot-off fyri at finna restina av finalistunum; og har dróg Jóannis Joensen longra stráđi og vann sær pláss í gull finaluni ímóti Marius, so tađ var lagt upp til eina spennandi finalu, tí Jóannis hevur víst ferđ aftaná ferđ at hann er sterkur í finalunum.
Finalan bleiv eisini spennandi, tađ var einans ein dúgva á muni, Marius F Joensen SBF vann viđ 12 dúgvum, međan Jóannis Joensen SBF fekk 11. Magni Dam SBF vann á Jákup Mikkelsen úr VBF í bronsufinaluni.
A-bólkin vann Tórur Fløtt SBF Nr. 2 Jóhann Fløtt SBF, Nr. 3 Sigurd Rasmussen VBM.
B-bólkin vann Áslakur Johannesen SBF, Nr. 2 Adrian Fløtt, Nr. 3 John C Hansen VBF
Teitur Thorleifsson úr VBF vann heiđurin sum ársins framstig.
Vinnarin av kappingini vann ein veđr; veđrurin vigađi 76 pund.