Lagið var einki serligt á gestunum, tá ið Eiler Rasmussen í øllum kuldanum í Sarpugerði fríggjakvøldið hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Víkingarnir fegnaðust stórliga, og tað var so sjálvsagt, at annar parturin var á toppinum og hin á botni.
– Vit staðfesta, at úrtøkan burtur úr tveimum teimum fyrstu umførunum er eitt stig, og at vit longu nú eru fimm stig frá teimum fremstu, ásannaði Heðin Askham, sum er venjari hjá EB/Streymi.
Hann minnist aftur á síðsta kappingarár, tá ið liðið hjá honum vann silvur í landskappingini og við kappingarlok hugdi aftur á nógvu kiksararnar í fyrsta triðingi av kappingini.
– Hetta var ikki tað, sum vit høvdu ætlað, men eg haldi ikki, at tað er orsøk at fara í panikk. Nú hava vit fokus á Skírisdegi, tá ið steypadystur verður á skránni ímóti ÌF, sum jú hevur staðið seg ógvuliga væl. Í fyrstu dystunum hava vit havt marginalirnar ímóti okkum. Ímóti KÍ áttu vit at havt avgjørt í 1. hálvleiki. Tað gjørdu vit ikki, og fram ímóti dystarenda rindaðu vit prísin, sigur Heðin Askham.
Tað var sama skilið ímóti Víkingi, tá ið tit beinanvegin høvdu risa møguleikar?
– Tað er rætt. Arnbjørn, Hans Pauli og aftur Arnbjørn høvdu trífaldan málmøguleika beinanvegin, men Geza Turi bjargaði sera væl, og hann hekk heilt uppi í málhorninum, tá ið Hans Pauli Samuelsen stutt undan steðginum sendi fríspark ímóti Víkinga málinum.
Qvist er ikki Finnur
Bæði heimamálini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Tá ið Víkingur næstsíðsta sunnudag vann 2-0 í Vági, vóru tað miðverjin Atli Gregersen og vongverjin Bárður Hansen, sum skoraðu. Heldur ikki ímóti E B/Streymi eydnaðist tað danska Lasse Qvist at finna vegin til meskarnar.
Tað var eftir hornaspark, at heimaliðið setti hol á, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki. EB/Streyma miðvallarin Sorin Anghel varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál.
Stívliga tjúgu minuttir undan leikloki skoraði verjukendi miðvallarin Evrard Blé sigursmálið fyri heimaliðið. Kaj Leo í Bartalsstovu legði hornaspark innfyri, og Blé stýrdi bóltin í málið.
Víkinga venjarin, Jógvan Martin Olsen, var væl nøgdur við, at tað hevði eydnast at vinna fulla úrtøku, men hann ásannaði, at tað hevði riðið um snarið.
– Tað er liðið, ið sleppur undan flest mistøkum, sum vinnur. Í Vági gjørdu vit ikki stórvegis mistøk, og tað gjørdu vit heldur ikki hesa ferð. Arnbjørn Hansen er sera vandamikil, hóast tað ikki alla tíðina sæst so nógv til hansara. Vit royndu at hava hann í stuttum tjóðri. Tað eydnaðist fyri tað mesta. Eina ferð varð hann leysur, eftir at Sorin Anghel hevði stútað upp á tvørs, og so var mál og javnleikur, staðfestur Jógvan Martin Olsen.
Tit hava vunnið fulla úrtøku, men síggja tit tað sum trupulleika, at nýggi álopsspælarin ikki hevur skorað enn?
– Í fjør var Finnur Justinussen toppskjútti hjá okkum og í føroysku kappingini sum heild. Vit sakna hann. Lasse Qvist hevur sínar dygdir, men hann er ikki avloysarin hjá Finni Justinussen, sum líkar væl at vera í brotsteiginum. Lasse leitar aftur á vøllin og út í borðini, og hann hevur tískil aðrar kvalitetir enn vit minnast Finnur Justinussen at hava.
Nýggj uppstilling
Liðini mintu um seg sjálvi í uppstillingini. Hjá Víkingi var tað merkisvert, at Hans Jørgen Djurhuus var mest framrættaði miðvallarin, sum royndi at samanspæla við Lasse Qvist, og annars vóru tað Hanus Jacobsen og serliga Bárður Hansen, vongverjarnir, ið stóðu stinnir í myndini.
Hjá EB/Streymi kom Pauli G. Hansen ikki á vøllin fyrr enn tað restaðu tíggju minuttir.
Tað sást beinanvegin munur á, og tí er at undrast yvir, at Pauli ikki var við frá fyrsta bríksli:
– Pauli fór so seint undir venjingarnar. Higartil hava Paulig og vit ikki mett, at hann var tøkur í 90 minuttir, men men tað er væl hugsandi, at hann fer at spæla meiri næstu dystirnar, enn hann higartil hevur gjørt, sigur Heðkn Askham.
Higartil hava teir í EB/Streymi ikki verið so skaðaplágaðir í ár, sum teir vóru tað í fjør. Fríggjakvøldið noyddist Pætur Dam Jacobsen av vøllinum eftir ein lítlan hálvan tíma.
– Talan er um liðbandsskaða, og tað tykist sannlíkt, at Pætur ikki verður førur fyri at spæla næstu vikurnar. Tá ið tað er so, so kemur tað sera væl við, at Pauli G. Hansen er um at koma upp í snúningar, og at Levi Hanssen skjótt verður tøkur aftur. Hann er burturstaddur í lestrarørindum, men hann kemur heim í vikuni, og so fáa vit at síggja, hvussu væl hann er fyri, sigur EB/Streyma venjarin, ið ikki ætlar sær at gera tær stóru broytingarnar, hóast EB/Streymur bara hevur vunnið eitt stig:
– Sum sagt so halda vit okkum ikki hava havt eydnuna við okkum, men tað vænta vit fer at venda, tá ið talið av mistøkum verður lægri, enn tað higartil hevur verið.