2. UMFAR SAMANUM
Størsta kvøkkin í vikuskiftinum fingu meistarakandidatarnir í B36. Í Gundadali høvdu teir vitjan av EB/Streymi, sum við fleiri fyrrverandi B36 spælarum á liðnum feldi heimaliðið. EB/Streymur vann 3?1, og stóri maðurin hjá gestunum var Magni á Lakjuni, sum seinatsu árini hevur spælt við B36.
Avrikið og úrslitið hjá EB/Streymi í Gundadali ber við sær spurningin, um tað nú er møguleiki fyri, at eitt heilt annað lið, enn tey, sum higartil hava vunnið FM, skal verða sigursharri í landskappingini. Um EB/Streymur verður millum gullfavorittarnar, so verður tað annað snitt yvir síðsta umfarinum, enn tað frammanundan hevur verið spátt um. Í síðsta umfarinum skal EB/Streymur á útivølli spæla ímóti Skála!
HB og NSÍ hava verið roknað millum gullfavorittarnar. Tað eiga tey eisini at verða eftir góðu reklamuna, sum hesi liðini sunnudagin gjørdu fyri sær sjálvum og fótbóltsspælinum sum heild. Hjá NSÍ man tað ikki kennast nóg gott ikki at vinna á heimavølli, men sammett við í fjør er talan um framgongd, tí tá taptu teir minniliga heimadystin ímóti HB.
Tá ið HB áður hevur verið upp á tað besta, og teir í 2. hálvleiki hava reist seg, so hevur tað ofta eydnast hjá teimum fram ímóti dystarenda at fingið sigursmálið. Tað kundu teir havt fingið hesa ferð, men tað miseydnaðist, og tað kann vera ábending um, at HB ? sammett við seg sjálvt ? ikki enn er á toppinum.
Skipanirnar
Ein spurningur undan øðrum umfari var, um KÍ fór at megna at reisa seg eftir avhølvingina næstsíðsta sunnudag ímóti B36. 2?2 á heimavølli ímóti VB boðar frá, at tað gekst klaksvíkingum væl betri, enn tað gjørdi ímóti B36. Men tað boðar eisini frá, at tað gongur rætta vegin hjá VB. Vágbingar hava verið óhepnir ikki at vinna enn. At teir fara at gera tað ofta er eingin ivi um.
At tað hevur gingið væl í yngru deildunum sæst so spakuliga aftur á VB manningini. Hesa ferð vóru Jákup Olsen og Kári í Lágabø millum teir fyrstu ellivu, og Eyðstein í Lágabø kom inn í 2. hálvleiki. Útlendingarnir eru fingnir henda vegin fyri at vera millum stuðlarnar. Tí eigur tað at koma sera illa við í Vági, at teir eru so ódrúgvir. Í fyrsta umfarinum varð ein av fremmandu monnunum hjá VB rikin av vøllinum, og í næsta umfarinum vórðu tveir útvístir. Í fjør fekk VB í átjan dystum trý reyð kort. Tað hava teir í ár rokkið, nú tvey umfør eru farin.
Tá ið B36 smurdi KÍ av næstsíðsta sunnudag, stóðust flestu málini av, at B36 gjørdi sær dælt av, at KÍ verjan lá so frammarlaga og royndi at seta rangstøðufellu. VB megnaði onkra ferðina at fáa nyttu burturúr hesum, men vágbingar hava ikki so hvassar álopsspælarar, sum B36 hevur í Jákupi á Borg og John Petersen. Men tað hava onnur feløg. Eitt nú EB/Streymur, sum KÍ fer at vitja hósdagin. Fyri snildar spælarar sum Sorin Anghel og Magna á Lakjuni er tað reint guff at spæla ímóti so flatari verju, sum er so fokuserað upp á rangstøðuna, sum KÍ var tað ímóti VB.
Hjá KÍ riggar tað illa at fáa dýpd í, og so eigur tað at kosta nógv. Serliga tá ið fleiri av verjuspælarunum ikki teljast millum teir skjótastu. EB/Streymur megnaði at halda ímóti KÍ vandamiklu B36 skjúttunum burtur frá málinum hjá Gunnari á Steig. Tí er upplagt hjá klaksvíkingum, at teir spyrja seg fyri hjá onkrum av nógvu fyrrverandi KÍ spælarunum í B36, hvørji vápnini hjá EB/Streymi eru!
B68 venjarin hevði undan grannauppgerðini á Skála tikið avleiðingarnar av, at flata verjan ikki riggaði nóg væl. B68 verjan kundi havt riggða betri, enn hon gjørdi leygardagin. Men spentu støðurnar stóðust meiri av persónligum mistøkum, heldur enn av, at skjótu menninir í fremstu røð hjá Skála runnu seg leysar innanfyri B68 verjuna.
Trýstið økist
GÍ og Skála hava spælt tríggjar dystir. Gøtumenn eru fremstir, og Skála er aftast. GÍ hevur higartil saknað fleiri lyklaspælarar, og sunnudagin vóru teir fyri tað mesta bara tíggju. Tí bera avrikini og úrtøkan higartil boð um, at tað skal roknast við gøtumonnum.
Hvørja ferð Skála fer av vøllinum uttan at hava fingið stig og uttan at hava skorað, økist trýstið á teimum. Tað ger tað eisini á FS Vágum, sum hesa ferð ikki megnaði at fáa stig burturúr á heimavølli, hóast teir størsta partin av tíðini vóru yvirmannaðir.
Hjá bæði Skála og FS Vágum verður talan um stórar bitar hósdagin, tá ið triðja umfarið verður á skránni. Skála skal í Gundadali spæla ímóti HB, og FS Vágar skal til Vágs. Í morgin venda vit aftur til 2. deild og undanumrøðu av triðja umfarinum. Verkfallið avmarkar framvegis síðutalið, og tætta skráin hevur við sær, at umstøðurnar til undanumrøður og eftirviðgerðir ikki eru tær, sum tær annars hava verið, tíverri.