Fólkaflokkurin skal verða loyalur yvir fyri avtalunum, sum eru gjørdar í samgonguni, og tí skal hann ikki taka av fríggjaratilboðnum frá Sambandsflokkinum.
Tað heldur fyrrverandi løgmaður og formaður fyri Fólkaflokkin, Jógvan Sundstein.
? Fólkaflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal, og flokkurin hevur gjørt eitt upprit, sum flokkurin skal verða loyalur yvir fyri.
Í Sosialinum í gjár segði Trygvi F. Guttesen, næstformaður í Sambandsflokkinum, at breiða semjan í fullveldismálinum finnist millum andstøðuna og Fólkaflokkin.
Hetta hava aðrir andstøðupolitikkarar eisini havt frammi fyri kortum, og formaður Javnaðarfloksins avvísti ikki hesum møguleikanum, tá hann tosaði við Útvarpið týskvøldið.
Skal bera til
at semjast
Jógvan Sundstein heldur, at samgongan hevur tvinnir kostir at velja í.
Antin ger hon eina semju við partar av andstøðuni ? tað vil siga Javnaðarflokkin ? ella fer hon til Danmarkar at samráðast út frá tí, sum samgongumeirilutin kann semjast um.
Aftaná skal so eina fólkaatkvøða góðkenna samráðingarúrslitið.
Tað kann ikki koma uppá tal, at Fólkaflokkurn einsamallur skal fara at samstarva við andstøðuna í hesum málinum.
? Breiða semjan hevur stóran týdning, tí hon gevur størri meiriluta í tinginum, og eftir tí, sum eg kenni til málið, so eiga samgongan og Javnaðarflokkurin at kunna semjast. Tað er so lítið sum skilir partarnar, at teir kunnu ikki loyva sær at verða ósamdir, sigur Jógvan Sundstein.