Sune Hansen seksti

Fríggjadagin 20. februar verður Sune Hansen í Nólsoy seksti.

Foreldur Suna vóru Leif Hansen, lærari úr Nólsoy, og Gertrud, fødd Djurhuus, ættað úr Hvalvík. Sune giftist í 1974 Unu, fødd Poulsen, eisini úr Nólsoy og eiga tey børnini Ann-Mari, Leif og Katrin. Abbabørnini eru seks í tali.


Sune fór eftir lokna skúlagongd í heimbygdini til Havnar at læra til snikkara. Tað er eisini sum snikkari og timburmaður, at Sune, við áhuga og dugnaskapi, hevur havt og hevur sítt lívsyrki.

Sune ferðaðist í 70 – og 80 árunum nógv til Havnar at arbeiða, men hevur tey nógvu seinastu árini mest arbeitt í heimbygdini.

Sune arbeiddi eitt skifti sum vitapassari á Borðuni inntil vitin varð automatiseraður miðskeiðis í nítiárunum. Sune arbeiddi eisini nøkur ár sum avgreiðslumaður hjá Stranderðsluni. Afturat hesum var altíð nógv at takast við í handlinum.


Innan andaliga arbeiði í Nólsoy hava hjúnini Sune og Una havt ómetaligan týdning. Trúðliga hevur Sune røkt starvið sum organistur við Nólsoyar kirkju í samfull 44 ár. Eitt virki, hann í 2005 varð heiðraður fyri við fortjenestesmedalju frá Margretu drotning. Sune hevur, umframt at sitið við urguna í kirkjuni og í missiónshúsinum, eisini sitið í kirkjuráðnum í mong ár – síðani 1993 sum formaður. Mong eru tey, sum í kirkju- og missiónsørindum hava verið á gátt hjá Suna og Unu.


Umframt stóra áhugan fyri kirkjuligum spurningum, hevur Sune havt alstóran áhuga fyri kórsangi og var eisini ein av teimum, ið stovnaði kór í bygdini.


Nú Sune rundar tey seksti verður ynskt honum hjartaliga til lukku við degnum.


J.