Tað var sum at koma inn í ein ævintýrheim, tá nøkur hundrað børn tustu inn í Mentanarhúsið í Fuglafirði í gjár. Móti veggunum stóðu gandakend trø, og uppi undir loftinum hingu alskyns løgnar verur og dandaðu. Nú ráddi um at finna sær eitt gott pláss, tí um lítla løtu fóru børn í 4.a og 4.b í Fuglafjarðar skúla at framføra sangleikin ”Smáttan og rúmdarferðin”, sum lærarin Frits Johannesen hevði hjálpt teimum við.
Ongin Pizza á Mars
Á pallinum er okkurt longu í ferð við at henda. Millum rúmdarrakettir og ókendar planetir gongur ein lítil drongur við einum hamara og smíðar sær eina smáttu og murrar sangin ”Eg smáttu veit á grønu ong”. Hann sær út til at vera í so sera góðum lag – líka til nøkur onnur børn koma, og byrja at herma eftir honum, so hann gerst heldur firtin.
Soleiðis byrjar sangleikurin ”Smáttan og rúmdarferðin”, har 27 børn í Fuglafjarðar skúla smíða, syngja og fortelja eina søgu, sum bara verður meir hugtakandi, sum leikur fer.
Heldur enn at byggja eina lítla smáttu, fær onkur tað hugskot, at byggja eitt rúmdarfar, sum tey øll skulu fara ein túr uppá Mars við. Í fyrstuni eru øll ikki serliga væl við uppá tað, men eftir at hava stemmað um tað, vinnur hugskotið um rúmdarferðina.
Skjótt er rúmdarfarið liðugt, og í royki og ristingum lyftir tað seg upp frá við øllum børnunum í.
Komin upp á Mars, verða nøkur av børnunum eitt sindur vónbrotin. Har er onki at gera, og tey kunnu ikki so frægt sum keypa sær eina pizza. Kanska var hatta hugskotið við at byggja eina smáttu niðri á jørðini slett ikki so býtt allíkavæl? Kanska ger tað onki, um tú broytir meining, tí tú lærir jú okkurt av tí, semjast børnini um. Tá so Mars brádliga fer at skelva, man vera best at sleppa sær avstað aftur, so børnini tysja inn aftur í rúmdarfarið, og lítla løtu seinni lenda tey aftur í Fuglafirði.
Øll duga okkurt
Tað var heilt vist spennandi hjá børnunum í 4.a og 4.b í Fuglafirði at sleppa á eina rúmdarferð. Og minst líka spennandi var tað hjá áhoyrarnum at fylgja teimum á ferðini gjøgnum sangleikin, sum ikki bara var á tremur við góðum sangum, men eisini eini rúgvu av lítlum søgum um, hvussu vit eiga at gera pláss fyri øllum fólkum, eginleikum og hugskotum.
Tað ger til dømis onki, um drongurin Lukas stamar, tí sum ein av hinum dreingjunum sigur:
”Abbi mín stamaði, og hann var av raskastu monnum”. Hann dugdi nevniliga okkurt annað, og tað ger Lukas eisini. Hann dugir at syngja, og tað er besti mátin at gloyma alt klandur og skeld, tí tá kunnu øll vera við. Heili 15 sangir eru við í sangleikinum, sum børnini dugdu uttanat úr enda í annan. Eisini nógvu søgurnar, prátið og frágreiðingarnar høvdu børnini lært seg so væl, at teskarin mundi vera mest sum arbeiðsleysur.
Og so var tað sangurin. Tað vóru nógvar løtur, har hesar 27 barnarøddirnar ljóðaðu so væl, at tað næstan var sum at vera í einum ævintýrheimi. Og sjálvt um allir sangirnir, uttan ”Eg smáttu veit”, vóru spildirnýggir, so fingu børnini á pallinum skjótt áhoyararnar at syngja við. Og tey kundu næstan ikki halda uppat aftur, tí bæði uttanfyri og heilt inni í bussinum hoyrdi eg børn murra:
Kom nú smíði øll í senn
eg smáttu veit á grønu ong
smíðið øll sum rættir menn
gil vit fara í lítlu song
Á Mars:
1. Tað var ikki so galið uppi á Mars,
vit hava tó okkurt lært,
um hetta stað,
sum liggur so fjart.
2. Har var berligt og óðar krákur so nær,
sum flugu á rúmdarfar.
Ein dinosaur
vit sóu sum tarv!
3. Tað var ikki so galið uppi á Mars,
vit ótu Lukasa fars,
eitt sindur kalt
við pipar og salt.
4. Best er mammu og babba aftur at sjá
og smáttu lítlu við á.
Hon er mær kær,
og stendur mær nær.
Tekstur og lag: Frits Johannesen