Súni Fríði skeyt HB í finaluna

Fótbóltur: Hóast tað var ein fínur fótbóltsdystur meginpartin av tíðini, verður tað tíverri ikki fyri fótbóltsspælið, at fólk fara at minnast seinnu hálvfinaluna millum B36 og HB 2. hvítusunnudag

Nógvir dystir eru spældir millum tey bæði havnarfeløgini B36 og HB upp gjøgnum tíðirnar. At nógv stendur upp á spæl í hesum dystunum, er lítið yvir at dylja. Hetta eru feløg, sum hava gott samstarv á nógvum økjum, men eisini gamalt agg sínámillum, sum av onkrari orsøk hevur ilt við at hvørva. Spælararnir leggja ikki so nógv í tað ? teir royna at konsentrera seg um at spæla fótbólt ? men millum summi av viðhaldsfólkunum er einki at fara skeivur í, tá sagt verður, at viðurskiftini ikki altíð eru millum tey bestu.

Fríggjakvøldið hittust tey bæði stóru høvuðsstaðarliðini enn einaferð til dyst. Ein fínur fótbóltsdystur, men tað verður ikki fyri spælið, at fólk fara at minnast hann. Hendingin, sum merkti dystin, tók seg upp, tá umleið eitt korter var eftir av dystinum.

HB fór í álop, og ein langur bóltur bleiv sendur fram móti B36-brotsteiginum. Allan Mørkøre fór við fullari ferð eftir honum, men úr málinum var Egin Høgnesen eisini á veg út eftir honum. Egin var fyrri á honum, og í staðin fyri bóltin rakti Allan B36-málmannin, sum endaði í leysari luft, áðrenn hann datt niður á økslina. At Egin Høgnesen veruliga hevði pínu, ivaðist eingin í, men áðrenn nakran vardi, var B36-venjarin Tomislav Sivic, sum ikki spældi henda dystin, úti á vøllinum, har hann legði eftir Allan Mørkøre. Nú kom veruligt rok í, og endin varð, at Sivic fekk reytt kort og Allan Mørkøre gult.

B36-viðhaldsfólk vóru í øðini, tí tey hildu, at Allan Mørkøre framdi reint fótbóltsmorð í Gundadali henda dagin, og skal rætt vera rætt, so var tað gula kortið kanska í minna lagi. Um HB-leikarin gjørdi »morðið« við vilja, skal eingin støða takast til her, tí tað veit bert Allan Mørkøre sjálvur.

Tomislav Sivic kann hinvegin síggja fram til eina langa karantenu eftir at hann var farin inn á vøllin, har hann einki hevði at gera.


B36 dreymabyrjan

Tá alt hetta hendi, var støðan 2-1 til B36, sum hevði brúk fyri einum trý-málssigri fyri at koma í finaluna, eftir at HB hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 4-1.

B36 legði trýst á frá byrjan og kom á odda longu í 3. minutti, tá Jákup á Borg setti eitt brotsspark í netið. Tað var John Petersen, sum tá við eini skjótari vending í HB-brotsteiginum hevði snýtt Hans á Lag, sum tók beinini undan honum.

Hetta var júst tað, sum dysturin hevði brúk fyri ? ein dreymabyrjan til B36, sum skuldi hava í minsta lagi trý mál.

Men HB kom sær skjótt yvir skelkin, og við somu uppskrift sum mótstøðuliðið ? stórt trýst langt uppi á vøllinum ? elvdi tað til, at spælið gekk aftur og fram á vøllinum.

Tað lá líkasum í luftini, at HB fór at javna út, tá Andrew á Fløtum í 23. minutti sendi á stongina, og tríggjar minuttir seinni fekk Súni Fríði Johannesen aftur javnvág í roknskapin. Staddur inni í 5-metrinum hálvt vendi hann sær og hálvt skeyt aftur um seg. Egin Høgnesen hevði helst ikki roknað við, at HB-áleyparin fór at royna seg við rygginum móti málinum, tí málið var óvart, har bólturin fór, og so stóð á jøvnum 1-1.

Men B36 svaraði skjótt aftur, og enn einaferð var tað John Petersen, sum var upp á spæl. B36 fekk fríspark í høgru síðu. Bólturin varð sendur til John Petersen, HB-verjan sløsaði, og framherjin sendi bóltin millum beinini á Kaj Leo Johannesen og í málið.


Intensitetur

Nógv stóð á spælarunum, og intensiteturin í dystinum var størri enn sæð leingi. Fyri summar bleiv trýstið ov stórt, og teir fullu til ónollur og kjaftaslit heldur enn at spæla fótbólt.

Dysturin var eisini á vippuni, tí um B36 hevði komið upp á 3-1, kundi alt hent. Tað var eisini nær við, tá Jan Guttesen sendi eitt langskot á tvørstongina tíðliga í seinna hálvleiki.

Sum seinni hálvleikur leið, bleiv tað meira til stríð enn til spæl, og tað eksploderaði so við áðurnevnda tilburði, tá eitt korter var eftir.

Gula kortið hjá Allan Mørkøre var hansara triðja í steypakappingini og merkti sostatt, at hann ikki kundi vera við í finaluni, og tí fekk hann sær eitt afturat móti endanum av dystinum, so tað bleiv til reytt, og tískil var hann leikbannaður til dystin móti VB mánadagin í staðin fyri til finaluna. Ikki so býtt av honum, og samstundis vísti tað, at okkurt haltar við kortskipanini hjá FSF.

Nú var somikið langt útliðið, at finaluplássið hjá B36 var mist, og tá Súni Fríði skoraði til 2-2, tá fimm minuttir vóru eftir, sýtti hann eisini B36 ein sjáldsaman sigur á HB.

Dómarin Bergur Magnussen valdi tað einasta rætta, nevniliga at floyta dystin av, tá klokkan vísti 45:03. Hann kundi lagt tíð afturat fyri steðgin, tá alt rokið var, men tað loysti seg ikki, hóast B36-ararnir vóru ónøgdir við, at eingin tíð varð løgd afturat. Men samlaði dysturin var avgjørdur, og úrslitið 2-2 var eisini rættvíst í einum undirhaldandi dysti, sum tíverri misti alla sjarmuna, tá sjálvt menn uttan fyri vøllin fóru inn at berjast.



B36-HB 2-2 (2-1)

1-0: Jákup á Borg (br.)

1-1: Súni Fríði Johannesen

2-1: John Petersen

2-2: Súni Fríði Johannesen