Súni Olsen takkaði í kvøld fyri seg á landsliðnum, aftaná 53 landsdystir og fýra landsliðsmál.
Í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 segði Súni Olsen, at hann vildi geva alt hann átti í sínum seinasta landsdysti, og sigast má, at leikliga stóð Súni Olsen væl í myndini.
Súni var ógvuliga takksamur fyri løtuna, tá hann var klappaður út av áskoðarafjøldini.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Súni Olsen segði á Rás2 aftaná dystin.