Sunnir matpakkar til børnini

Hóskvøldið varð skipað fyri foreldrafundi á Gljanesi. Fundurin snúði seg um matpakkar. Tað fyrsta ein legði merkis til var teir nógvu matpakkarnar, ið stóðu á borðunum.

Á Giljanesi: Sigast kann at arbeiði hjá Hans Paula Strøm at fáa mat til skúlarnar er so smátt farið í gongd.

Í samband við almanna- og heilsumannaráðið vóru 4 milliónir krónur settar av til at fáa sunnari skúlar. Í fyrsta umfari var uppskot um, at allar skúlar skuldu fáa vatnkølarar.
Tá skúlin á Giljanesi longu hevði fingið vatnkølarar, varð spurt um tey ístaðin kundu fáa peningin afturgoldnan, men tað bar ikki til.
Landsstýrismaðurin kom við uppskoti um at hava frukt til næmingarnar. Tá var tosað um at hava skorna frukt standandi frammi í eini skál við vatni, so børnini kunnu fáa sær, tá tey høvdu hug. Men tað hevði verið ov møðsamt fyri lærarnar at skera frukt til 300 næmingar hvønn morgun.
Tá uppskotið kom um at gera matpakkar til næmingarnar, var nógv tosað aftur og fram hvussu tey skulu gera, ella um næmingarnar skuldu fáa heitan døgurða.
Í Íslandi gjørdu tey eina roynd við hesum, har tey gera døgurða til alla familjuna. Børn, ellisheim og universitet kunnu bestilla døgurða og tískil fáa øll tað sama til døgurða.

Fýra ferðir um vikuna
Niðurstøðan av hesum kanningunum var, at Hotel Vágar fer at gera matin til Miðvágs- Sandavágs skúla. Tey ið hava diabetis ella eru ovurviðkvom fyri ymiskum t.d. eggjahvítuevni, fáa mat sum er gjørdur serlstakliga til tey. Tað verður ikki nakar trupulleiki, tí maturin ið verður gjørdur til hvønn einstakan flokk í senn, og útborin kl.11.30.

Børnini fáa matpakkarnar fýra dagar um vikuna, mánadag, týsdag, mikudag og hósdag, eisini um tey fáa frí kl. 11.30 tá maturin verður útdeildur. Tað er bert fríggjadag, at børnini ikki fáa mat í skúlanum, tí allir næmingarnir hava frí á døgurða.

Hýrurin var góður á fundinum. Fólkini tóku væl í móti tí sum var sagt, og tá borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, hevði svarað tí síðsta spurninginum, fingu vit bjóðað ein av teimum góðu matpakkunum. Aftaná spurdi borgarstjórin í Miðvági, Napolion Magnussen, hvat fólk hildu um matin. Og tað má sigast at teir vóru væl dámdir.

Fýra vikur ókeypis
Ætlanin er at skipa tað soleiðis, at tað verður pakkað hvønn dag í kassar til hvønn einkultan flokk. Børnini fáa hann kl. 11.30, síðani verður ein vognur settur uttanfyri skúlastovuna, og kl. 12.00 verður skrellið samlað innaftur. Tað er sera einkult og vælskipað um alt gongur eftir ætlan.
Tær fyrstu fýra vikurnar fáa børnini matin ókeypis. Eftir tað skulu tey gjalda 10 krónur fyri hvønn dag. Tað er ikki tvungið at keypa matin, tó er tað ein møguleiki líka sum tað at fáa mjólkina hvønn dag í skúlanum.

Hetta tiltakið verður sett í verk av fleiri orsøkum. Ikki bara fyri at fáa børnini sunnari, men eisini fyri at tey skulu koma at kenna samansetningina í matinum, og ikki minst fyri at læra tey at seta eina sunna máltíð saman.

Um foreldrini geva børnunum sodavatn og annað góðgæti við í skúla, blanda lærarnir seg ikki uppí, tí teir siga at tað bestemma foreldrini sjálvi.

Nú er spurningurin um kommunurnar eisini fara at byggja eina katinu til næmingarnar, Tað hevur verið nógv tosað um, og vónandi fær tað eisini sjón fyri søgn.



Matpakkin inniheldur uml.:
75 g breyð (varierandi frá degi til dags)
30- 50 g kjøt
100- 150 g blandað salat
50- 75 g rákost (rótfrukt)