Seinastu árini hevur brøðrasamkoman á Toftum lagt nógva orku í at byggja sær nýggj og snotulig hús, og nú er komið somikið væl áleiðis, at sunnudagsskúlahølini eru klár Í morgin klokkan 12.30 byrjar sunnudagsskúlin aftur í nýggja Nebo, sum brøðrasamkoman á Toftum hevur latið byggja beint sunnanfyri eldrasambýlið Vesturskin.
Sunnudagsskúli verður nú aftur hvønn sunnudag millum klokkan 12.30 og 13.30.
Í faldara, sum samkoman hevur borið í hvørt hús í Nes kommunu, verða øll boðin hjartaliga vælkomin í nýggju og snotuligu hølini.
- Tað er cool at ganga í sunnudagsskúla, er slagorðið í faldaranum, sum skal fáa børnini at leita til Guðs orð.
Á heimasíðuni hjá Nebo www.nebo.fo eru myndir av nýggja samkomuhúsinum.
Í einum øðrum faldara, sum eisini er borin í hvørt hús í kommununi, bjóðar heimamissiónin til sunnudagsskúla í Tabor á Toftum hvønn sunnudag klokkan 14.
Um viðrar verður farið útferð í morgin. Farið verður úr missiónshúsinum klokkan 14.
Øll verða biðin um at hava matpakka við.
,