Sunvard Joensen og Jákup á Borg við til Bosnia

Fótbóltur: Tríggjar broytingar eru í hópinum, sum sunnudagin fer til Bosnia, í mun til teir átjan, sum vóru við í Estlandi fyri góðum tveimum mánaðum síðani.

Mikudagin 19. august skal føroyska A-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð skulu føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá okkara monnum at gloypa.

Seinnapartin mánadagin komu boð frá FSF um, at Allan Simonsen hevur úttikið hópin, sum fer úr Føroyum til Sarajevo sunnudagin 16. august.

Í hópinum eru Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar. Umframt Sunvard Joensen og Jákup á Borg er Óli Johannesen, sum var upptikin av lestri, tá landsliðið var í Tallinn, komin við aftur.

Úr hópinum eru farnir Jens Martin Knudsen, Jan Dam og Jens Erik Rasmussen.

Sunvard Joensen fær kjansin, nú Jens Martin Knudsen er leikbannaður. Ungi GÍ-málverjin, sum hevur yvirtikið plássið hjá júst Jens Martini í GÍ-málinum, er tikin fram um royndari menn sum Bjarna Johansen og Kaj Leo Johannesen.

Lítil ivi man vera um, at Jákup Mikkelsen verjir málið í Sarajevo, og at venjarin hevur valt at taka ein ungan málmann við, so hesin sostatt kann »snúsa« eitt sindur til landsliðsumhvørvið.

Jákup á Borg hevur havt eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum.

Annars er vert at leggja til merkis, at oddaliðið HB bert hevur tveir mans í hópinum, meðan KÍ, sum er nummar tvey, als ongan hevur.

Suðuroyarliðini eru bert umboðað av Óla Johannesen úr TB, og burtursæð frá teimum, sum spæla uttan fyri Føroyar, er restin úr Havn og úr Eysturoynni.


Allan Simonsen var

í Føroyum um vikuskiftið

Landsliðsvenjarin Allan Simonsen hevur ikki verið nógv at sæð í Føroyum, og tá Sosialurin hósdagin spurdi seg fyri á skrivstovuni hjá FSF, vistu tey einki um, at hann skuldi koma hendavegin um vikuskiftið.

Hjálparvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur verið í Íslandi við U16-landsliðnum, og tí tyktist tað eitt sindur løgið, at eingin var at síggja spælararnar í seinastu landskappingardystunum undan landsdystinum í Bosnia.

Men tað vísti seg, at landsliðsvenjarin sjálvur var á staðnum leygardagin, tá GÍ og B68 spældu í Gøtu, og hann var eisini í Gundadali dagin eftir, tá B36 og KÍ hittust.

Allan Simonsen hevur ivaleyst verið væl nøgdur við tað, hann sá, og Sunvard Joensen og Jákup á Borg eru nú millum teir átjan, sum fara til Bosnia sunnudagin.


Fjórða brøðraparið

Sunvard Joensen fer við landsliðnum fyri fyrstu ferð, og við í ferðalagnum er eisini eldri beiggi hansara Sámal, sum nú hevur verið á landsliðnum í eitt gott ár.

Teir báðir verða sostatt fjórðu brøðurnir á landsliðnum »í nýggjari tíð« ? tað vil siga, síðani Føroyar av álvara fóru upp í altjóða fótbólt í 1988.

Hinir eru Kurt og Allan Mørkøre úr KÍ, Tummas Eli og Jens Kristian Hansen úr B36, og Magni og Henning Jarnskor úr GÍ.

Føroyar hava ongantíð fyrr spælt landsdyst móti Bosnia, ið sum kunnugt er eitt rættiliga nýtt land, ikki bert í fótbóltshøpi.

Men at Bosnia ikki er hvør sum helst, er lítið at ivast í.

Spælararnir eru kanska ikki so kendir, men vit leggja merki til ein mann sum Elvir Bolic, ið spælir við turkiska felagnum Fenerbahce.

Hann skoraði m.a. málið, tá Fenerbahce vann 1-0 á Manchester United í Champions League og oyðilegði heimavallarmetið hjá enska stórliðnum, sum fram til tá ikki hevði tapt ein Europa Cup-dyst á heimavølli í góð 40 ár.

Stutt seinni skoraði sami Bolic tvær ferðir, tá Danmark tapti 0-3 á Kosovo-leikvøllinum niðri í Sarajevo. So um Jákup Mikkelsen ella Sunvard Joensen hevur brúk fyri onkrum góðum ráði, ber altíð til at ringja til Peter Schmeichel?

Ein annar bosniskur landsliðsleikari er Meho Kodro, sum hevur eina fortíð í spanska Barcelona, men sum nú spælir við einum lægri liði í Spania.

Eingin ivi er um, at Bosnia er eitt sterkt tekniskt lið, sum tey flestu liðini á Jugoslavia-leiðini eru.

Fyri Føroyar ræður um at fáa eitt betri úrslit enn stórtapið í Estlandi fyri tveimum mánaðum síðani, tí annars er vandi fyri, at henda EM-undankappingin fyri føroyingar meir ella minni verður oyðiløgd, áðrenn hon veruliga er komin í gongd.