Í kvøld verður evropesiska Super Cup finalan, sum er millum vinnararnar av Champions League og Europa League. Hesa ferð er dysturin millum Liverpool og Chelsea.
Liverpool verður uttan væl lýdda málverjan, Alisson Becker. Hann bleiv skaddur í fyrsta umfari í Premier Leagur og spælir ikki aftur komandi vikurnar. Í gjár vóru boðini, at Naby Keita heldur ikki verður tøkur. Hann hevur – enn eina ferð – fingið ein vøddaskaða.
Frank Lampard, nýggjur venjari hjá Chelsea, hevur havt úr at gera við at verja sínar ungu spælarar, eftir at Chelsea tapti 4-0 móti Manchester United sunnudagin. Mett verður at Chelsea verður uttan franska heimsmeistaran, N’Golo Kante, sum er skaddur.
Dysturin verður spældur á Vodafone Park í Istanbul. Tað er heimavøllurin hjá Besiktas, sum B36 spældi ímóti fyri einum ári síðani.
##med2##
Tað verður franska Stephanie Frappart, ið skal døma Super Cup dystin í kvøld. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna skal døma ein mansdyst í eini av teimum stóru kappingunum hjá UEFA. Stephanie Frappart fær hjálp á síðulinjuni av landskvinnuni Manuela Nicolosi og írsku Michelle O'Neal.